Tað standa yvir 130 fólk á bíðilista eftir at sleppa inn á ellis- og røktarheim í Havn.
Tað vísa tey nýggjastu tølini hjá Sosialu Deild hjá Tórshavnar Kommunu.
Sostatt kann staðfestast, at hóast Tórshavnar Kommuna akkurát hevur bygt nýggjan, stóran bústovn til eldri, Boðanesheimið, hevur tað bara tikið broddin av tørvinum.
Tá ið heimið varð tikið í nýtslu, minkaði bíðilistin nakað væl, men longu nú er hann við at vera líka langur aftur.
130 á bíðilista
Á Sosialu Deild hjá Tórshavnar Býráð, verður staðfest, at har standa yvir 130 fólk á einum lista yvir fólk, sum tað verður mett, hava tørv á at sleppa á ellis og røktarheim.
Av teimum hava 60 fólk ein bráðneyðugan tørv á at sleppa á eitt heim.
Tað er ein nevnd av serkønum, sum metir um, hvør hevur tørv á at sleppa á bústovn at búgva.
Á bíðilistanum hjá Tórshavnar Kommunu, verður mett, at 35 minnisveik fólk hava tørv á at sleppa á á heim fyri minnisveik.
Av teimum verður mett, at 17 hava bráðneyðugan tørv á at fáa búpláss á heimi fyri minnisveik og harafturat standa tvey fólk á tí bráðneyðuga bíðilistanum, tí tey hava tað, tey nevna ”frontal-demens”, ið krevur serliga nógva røkt og umsorgan.
Harafturat verður mett, at 41 fólk standa á bíðilista yvir fólk, sum hava tørv á at sleppa á røktarheim.
Av teimum hava 24 fólk bráðneyðugan tørv at sleppa á eitt heim, sigur Sosiala deild.
Men tey hava eisini ein lista fyri fólk, sum hava tørv á at sleppa á ellisheim. Á tí listanum standa gott 60 fólk og av teimum verður mett, at 17 fólk hava bráðneyðugan tørv á at sleppa á ellisheim.
Hetta er ein bólkur av fólki, sum klára seg nakað sjálvi, men har tað er neyðugt við hjálp til ymisk viðurskifti, men har tað verður mett, at tey eiga at vera á ellisheimið.
Afturat hesum bíðilistunum, hevur Tórshavnar Býráð ein langan lista av umsøkjarum, sum hava søkt um búpláss, men har fakliga visitatiónsnevndin metir, at tey hava ikki tørv á at fáa stovnspláss.
Sosiala deild sigur, at tá ið mett verður um tørvin, verður eina heildarmynd gjørd av umstøðunum.
Í hesum sambandi verður mett um kropsligu og sálarligu støðuna, umframt tey sosialu viðurskiftini – og tað eru eisini nøkur eldri, sum ikki vilja vera einsamøll, tí tey eru bangin.
LES EISINI: Ongar ætlanir um at byggja fleiri heim