Yvir 250 rennarar til Fjallamarathon

7. - 9. september verður fjallamarathon í norðara parti av Streymoynni

At renna marathon og at ferðast í fjøllunum eru bæði ítriv, sum føroyingar hava sæð nógv til seinastu árini. Men nú verða hesi bæði ítrivini sett saman til eitt felagstiltak - nevnilia fjalla marathon. 

 

- Í døgunum 7. til 9. september verður fyrsta trail marathon og ultra marathon renning fyriskipað í Føroyum undir heitinum Útilív Adventure Festival. Luttakararnir kunnu velja ímillum fýra ymiskar rutur, 13 km, 21 km, 42 km og 65 km, allar ruturnar liggja í høgum í norðara parti av Streymoynni. Hetta skrivar heimasíðan hjá Sunda Kommunu. 

 

 

Sunda Kommuna skrivar, at tað eru fólkini handan ensku fyritøkuna Little Big Adventure, sum hava tikið stig til renningina.

 

- Tey hava drúgvar royndir í renni tiltøkum uttanlands og hildu, at tað er upplagt at skipa fyri slíkari renning í Føroyum. Tey hava frá fyrsta degi samstarva við føroyskar veitarar og teir bøndur, sum eiga jørð, har runnið verður, skrivar kommunan. 

 

Higartil hava út við 200 útlendingar meldað seg til renningina og umframt sjálva renningina verða ein røð av øðrum tiltøkum hesar dagarnar í september. Les meira um tiltakið her