Tilsamans eru nú deyð 4.240 fólk av koronavirusfarsóttini seinasta samdøgrið.
Tað er ein hækking upp á 55 síðani leygarnáttin. Samdøgrið frammanunn var talið 149 andlát.
Við einum fólkatali upp á góðar 27 milliónir í Norðurlondum svarar tað til 15,5 deyð fyri hvørjar 100.000 íbúgvar.
Hvørki í Føroyum ella Grønlandi er skrásett andlát vegna Covid-19.
Her eru tølini, sum vórðu gjørd upp á midnátt. Tølini í klombrum er talið av deyðum fyri hvørjar 100.000 íbúgvar.
* Svøríki: 3220 deyð (31,5). 45 deyð seinastu 24 tímarnar.
* Danmark: 526 deyð (9,1). 4 deyð seinastu 24 tímarnar.
* Finnland: 265 deyð (4,8). 5 deyð seinastu 24 tímarnar.
* Norge: 219 deyð (4,1). 1 deyður seinastu 24 tímarnar.
* Ísland: 10 deyð (2,7). Eingin deyður seinastu 24 tímarnar.
* Føroyar: Eingin deyður
* Grønlan: Eingin deyður
Kilder: Johns Hopkins University, Styrelsen for Patientsikkerhed, Landslæknaembætið í Føroyum og Grønlandi.
/ritzau/