Yvir 400 børn og vaksin máttu fáa hjálp til mat og klæðir

Eisini í vælferðarsamfelagnum Føroyum, eru tað nógv børn og vaksin, sum eru so fátæk, at tey hvørki hava fyri mat ella klæðir  

Hóast vit eru eitt av allar ríkastu samfeløgum í verðini, eru tað eisini nógv børn og vaksin her, sum eru so fátæk, at tey ikki hava fyri mat ella klæðir. Reyði Krossur í Føroym er kanska mest kent fyri at veita hjálp, tá ið kríggj og vanlukkur eru uttanlands, Men Reyði krossur í Føroyum hjálpir eisini fátækum fólki í Føroyum við mati og klæðum.   

 

Reyði Krossur sigur, at talan kann vera um barnafamiljur, har foreldur eru lesandi. Talan kann eisini vera um støk foreldur, ella familjur, har annað foreldrið hevur mist arbeiðið. Men talan kann eisini vera um familjur við lágari inntøku, og familjur, ið eru raktar av sjúku ella ymiskum sosialum trupulleikum, eisini sosialum trupulleikum í sambandi við sjúku.

 

Reyði Krossur í Føroyum hevur havt aðalfund og har staðfesta tey í fjør var stórur tørvur á mat- og klædnahjálpini hjá teimum. Í fjør fingu tilsamans 412 fólk hjálp frá mat- og Klædnahjálpini hjá Reyða Krossi og av teimum 282 vóru børn. Umleið helvtin av fyrispurningunum í fjør vóru um hjálp til klæðir, góð 33 prosent av fyrispurningunum vóru um bæði mat og klæðir, og góð 20 prosent av fyrispurningunum vóru um hjálp til mat. Við góðum stuðulsavtalum við fyritøkur kostaði hendan tænasta Reyða Krossi áleið 159.000 í fjør.

 

Klædnahjálpin varð sett á stovn í 2013 og í fjør kom mathjálpin. Mathjálpin letur í høvuðsheitum frystan døgurðamat. Øll, sum fáa klædnahjálp fáa eisini bjóðað mathjálp.

 

– Tíverri eru nógvar barnafamiljur her í Føroyum, ið hava ilt við at fáa endarnar at røkka saman, og kanska serliga um jólini, sigur Reyði Krossur. Tí samstarva tey eisini við Barnabata um jólahjálpina, sum er til barnafamiljur, sum hava trong fíggjarlig kor. Og á jólum hesa ferð læt Reyði Krossur gávukort fyri tilsamans 264.000 krónur, sum eru 1.000 krónur til hvørja av teimum 264 barnafamiljunum í Føroyum, ið fingu jólahjálp. Gávukortini vóru latin við góðum avsláttri frá Føroya Keypsamtøku, sum altíð er ein trúfastur stuðul hjá Reyða Krossi, sigur felagsskapurin.