- Tær yngstu, sum koma til mín eru tær, ið á 18-ára degnum hava fingið størri varrar í føðingardagsgávu. Tað sigur Kim Novaa tá vit hittast inni á vakurleikastovuni Cosmeto í Havn.
Hann hevur sjálvur eina klinikk í Keypmannahavn, men síðani 2005 er hann regluliga komin til Føroya at gera restylane, botox og permanent make-up viðgerðir.
- Fyrr var tað mest fyllingarevni restylane, ið føroyskar kvinnur vildu hava, men nú vilja tær flestu hava botox, sigur hann.
2009 vaks nýtslan av botox við 450 prosentum og tann av restylane við 46 prosentum.
Kim Novaa sigur, at hann og nógv onnur, ið starvast innan vakurleikaídnaðin, hava merkt stóran vøkstur, nú fíggjarkreppan ger um seg.
- Fólk eru bangin fyri at missa arbeiði og vilja tí ikki síggja móð og gomul út, sigur hann.
Kundarnir hjá Kim eru mest kvinnur í aldrunum 18-86 ár. 18 ár er aldursmarkið fyri at gera slíkar vakurleikaviðgerðir.
- Tað hendir, at 19 ára gamlar koma inn og vilja fáa botox í pannuna, sigur Kim.
Hevur tú sjálvur gjørt nakað?
- Ja, eg havi restylane í kjálkunum, varrunum og í linjunum frá nøsini oman til munnin. Botox havi eg í pannuni og millum eyguni.