Yvir 5000 føroyingar brúk fyri endurvenjing

Í dag er veruleikin tann, at fólk noyðast á røktarheim, bara tí at tey ikki hava fingið nokk av endurvenjing men her SKAL broyting koma í

 

Yvir 5000 føroyingar hava tørv á at fáa endurvenjing eftir sjúku ella óhapp.

 

Tað vísir ein meting í heilsuverkinum, staðfestir Rósa Samuelsen, sum er talskvinna hjá Sambandsflokkinum í almannamálum.

 

Hon sigur, at her er talan um fólk, sum eru rakt av heila­bløðing, blóðtøppi, gikt, krabbameini, sklerosu, parkinson, torticollis, koyrilsbresti og nógvum øðrum. Men ikki minst er talan eisini um fólk, sum hava ellisbrek minst.

 

Í dag er veruleikin, at summi av hesum fólkum enda á røktarheimi, bara tí at tey ikki fáa neyðugu endurvenjingina, sigur Rósa Samuelsen.

 

- Vit hava nógv dømi um fólk, sum høvdu havt eitt virkið lív, bara tey fingu endurvenjing, men ístaðin noyðast tey á røktarheim.

 

Rósa Samuelsen vísir á, at tá ið sjúklingar verða útskrivað av sjúkrahúsi, verður ein neyv ætlan løgd fyri, hvussu endurvenjingin skal skipast.

 

Hon sigur, at nettupp tað at skipa eina veruliga endurvenjing má og skal vera eitt av teimum stórum almannapolitisku átøkunum hjá samgonguni hesa næstu tíðina.

 

- Ein av størstu trupulleikunum er, at vit mangla lógina, sum skal tryggja, at hesi fólk fáa eitt samskipað tilboð, har støðið verður tikið í einari heildarætlan fyri endur­venjing.

 

Hann sigur, at landstýrismaðurin í heilsumálum arbeiðir við málinum og at tey eiga at leggja doyðin á at fáa eina skipan við endurvenjing í eina fasta legu frá 1. januar 2015 at rokna.

 

Hon heldur, at nú SKAL lógin gerast og setast í verk, tí at hetta er útsett so ofta at nú má tað vera.

 

Rósa Samuelsen sigur, at endurvenjing og endurmenning er ein tilgongd, har endamálið er at fólk, sum eru rakt av sjúku ella óhappi, skulu fáa eitt sjálvstøðugt og innihaldsríkt lív aftur.

 

Í hesum sambandi sigur hon, at tað er neyðugt at leggja dent á, at at samskipa endurmenningina skal tvørtur­um fakmørk og tvørtur um ymsar myndugleikar, fyri, at borgarin skal fáa eina heildartænastu, har støðið verður tikið í tørvinum hjá tí einstaka.

 

Eitt, hon hugsar um, er, at Almannamálaráðið, Heilsumálaráðið og Mentamálaráðið mugu samstarva um endurvenjingina og endurmenningina.

Her kann kann talan bæði vera um fysioterapi, ergoterapi, sálarfrøðilig viðgerð, talivenjing og annað.

 

- Á sjúkrahúsum eru royndir gjørdar við fólki, sum hava verið rættiliga illa fyri og úrslitið er, at tey eru sloppin heim aftur til sín sjálvs, har tey klára seg sjálvi, heldur enn at noyðast á røktarheim.

 

Hon heldur eisini, at her er rættiliga nógvur peningur at spara.

Hvat kostar eitt røktarheimspláss aftur ímóti tí tað kostar at geva einum fólki miðvísa endurvenjing í nakrar mánaðir fyri at tey síðani kunnu fara heim og klára seg sjálvi, spyr hon.