Yvirgangsmaður stillar upp til forsetaval

Tann best umtókti palestinski politikarin, Marwan Barghouti, hevur kunngjørt, at hann stillar upp til forsetavalið tann 9. januar, sjálvt um hann situr fongslaður í Ísrael. Men kanska sleppur hann út haðani

Summi kalla hann tann palestinska Nelson Mandela. Ikki so løgið, tí tann 45 ára gamli Marwan Barghouti, sum nú hevur gjørt av at stilla upp á forsetavalinum í januar, er nógv tann best umtókti av teimum palestinsku politikarunum.
Trupulleikin er, at hann situr í einum sera væl vardum ísraelskum fongsli. Fyri fimm mánaðum síðani bleiv hann dømdur fimm ferðir lívlanga fongsulsrevsing fyri at hava myrt fimm ísraelskar ríkisborgarar og fyri at vera limur í einum yvirgangsfelagsskapi.
Verður Barghouti valdur tann 9. januar, verður tað eitt álvarssamt bakkast fyri tey, sum í seinastuni hava sagt seg hava vónir um at fáa ferð á friðartilgongdina, nú tann gamla forðingin, Yasser Arafat, er deyður.
Tann ungi
Avgerðin hjá Barghouti at stilla upp vísir týðiliga, hvussu stór ósemjan er í Fatah-flokkinum eftir deyða Arafats. Mánadagin kunngjørdi flokkurin, at hann hevði gjørt av at stilla fyrrver-andi forsætisráðharran Mahmoud Abbas upp til forseta. Tann 69 ára gamli Abbas er formaður í PLO, og amerikanska stjórnin styðjar hann av fullum huga. Ja, summir palestinar vilja vera við, at Abbas er í lummunum hjá amerikonsku stjórnini, og at hann er ikki annað enn ein ørindasveinur hjá amerikanaum og ísraelsmonnum.
Barghouti verður harafturímóti roknaður sum talsmaðurin hjá teimum flestu palestinunum og sum maðurin, ið umboðar ta gomlu palestinsku søkina, og hann verður mettur at vera ein álvarssom hóttan ímóti Abbas.
Hann er limur í Fatah, men hoyrir til tað yngra ættarliðið í flokkinum, sum er uppvaksið undir teirri ísraelsku hersetingini. Soleiðis er ikki við tí eldra ættarliðinum, sum Abbas er partur av. Hann flýddi til Tunis saman við Arafat og kom ikki aftur til Palestina fyrr enn í 1994.
Faðir at uppreistrinum
Marwan Barghouti verður ofta roknaður sum faðirin at tí palestinska uppreistrinum ímóti ísraelska hersetingarvaldinum. Hann er føddur í Ramallah á Vestara Áarbakka og var ein av undangongumonnunum til tann fyrra palestinska uppreisturin í 1987, og tað var hann, sum eggjaði palestinum til annan uppreisturin, sum byrjaði fyri fýra árum síðani. Hann er leiðari í ungdómsdeildini hjá Fatah, Tanzim, og tann hernaðarligi bólkurin Al Aqsa hevur ofta umrøtt Barghouti sum sín leiðara.
Ísraelsmenn tóku Barghouti í 2002, og í juni í ár varð hann dømdur fyri yvirgang. Palestinar í túsundatali gingu mótmælisgongu á Vestara Áarbakka og í Gaza-geiranum. Tey søgdu dómin vera ógyldugan, tí eftir teirra tykki er Barghouti ein politiskur leiðari, sum ikki hevur havt nakað samband við yvirgang. Barghouti hevur eisini fleiri ferðir sagt, at hann tekur ikki undir við sjálvmorðsatsókn-um og álopum á sivilar ísraelsmenn.
Hann hevur dygga undirtøku ímillum teir víðgongdu palestinsku felagsskapirnar, eisini Hamas, og hann fær eisini stuðul frá týðandi palestinum, sum sita í fongsli í Ísrael. Hildið verður, at hann er tann, sum hevur bestu møguleikarnar at sameina teir víðgongdu felagskapirnar. Tað er alment kent, at tað var millum annað honum fyri at takka, at tað eydnaðist Mahmoud Abbas at fáa Hamas og Islamskt Jihad at ganga við til eina vápnahvíld í fjør.
Kann fáa grið
Men ber tað til at velja ein fanga til forseta? Nei, sigur tann palestinska leiðslan, og tað ljóðar, at Ahmed Qurie, forsætisráðharri, hevur roynt at tosa Barghouti frá at stilla upp.
Í seinastuni hevur av og á ljóðað, at hann kanska verður latin leysur úr tí ísraelska fongslinum. Onkrir fjølmiðlar hava nevnt, at hann kanska verður latin leysur í býti við ísraelska njósnaran Azzam Azzam, sum hevur sitið í fongsli í Egyptalandi síðani 1997.
Men hvat siga ísraelsmenn? Silvan Shalom, uttanríkisráðharri, heldur ikki, at Barghouti skal latast leysur. Í einari samrøðu fyri nøkrum døgum síðani segði hann, at Barghouti hevur fingið lívlanga fongsulsrevsing fyri at hava beint fyri fleiri ísraelsmonnum, og tí er tað ikki rætt at lata hann leysan. Harafturímóti hevur Avraham Poraz, innanríkisráðhari, sagt, at Barghouti kann kanska latast leysur undir ávísum treytum.
Sambært lógini er tað ísraelski forsetin, Moshe Katzav, sum eigur tað avgerandi orðið, skal Barghouti fáa grið, og hann segði við blaðið Maariv hós-dagin, at tað er ikki óhugsandi, at Barghouti kann fáa grið.
- Søkir hann um at fáa grið, fara vit at viðgera spurningin, segði forsetin.
Sjey valevni
Nú Marwan Barghouti hevur kunngjørt, at hann stillar upp, hava sjey valevni boðað frá, at tey ætla at royna seg á valinum tann 9. januar. Eygleiðarar eru á einum máli um, at eingin teirra hevur serliga góðan møguleika at verða valdur. Tann mest eyðsýndi, sum kann hava ein møguleika, er Mustafa Barghouti, ið er systkinabarn Marwan Barghouti. Hann er keldur sum virkin á politiska vinsravonginum og fær stuðul frá fleiri vinstravendum bólkum.
Men tann, sum uttan nakran iva hevur bestu møguleikarnar, situr í ísraelska fongslinum - enn.
Keldur: Berlingske Tidende og Aftenposten