Viðkvæmi heimurin
Altjóðargerðin er um okkum hvønn einasta dag, vit kjakast um hvussu vit kunnu fáa sum mest burturúr og ikki gerast eftirbátur á altjóða pallinum. Altjóðagerð er tó meira enn stuttskygd vinningsbýti uppá stuttskygdaða marknaðarsatsing. Altjóðargerðin viðførir ein meira samanbundnan heim, har flytingar eru lættari. Vit í Evropa eru von við at hugsa um tey fýra frælsini; fólk, kapital, íløg-ur og tænastur. Ein meira opin heimur, sum gevur størri møguleikar, er sam-stundis ein meira viðkvæmur heimur, har verri er hava eftirlit við brotsmonnum. Vit eru sostatt í tí klassiska frælsisspurninginum, hvussu nógv eftirit er neyðugt fyri at einstaklingurin kann verða frælsur? Svarið er ymiskt, stýrt av ymsum hugsjónum, men fáur ivast í, at nýmótans tøkni og altjóðargerð hava gjørt okkara skipanir sera viðkvæmar og lættari at syndra, enn vit brýggja okkum um at vita. Hetta sóu vit 11.9.01, vit sóu tað í Madrid, í London í Egyptalandi, Bali, Jakarta, Istanbul, Casablanca og Ryadh, og vit hava fyrr sæð tað í Japan. Tann víðgongdi islamiski yvirgangurin, sum skakar mest nú, er eisini ørkymlandi, tí talan eisini er um fólk sum búgva í fyrstaheimslondum og at talan helst ikki er um ein skipaðan felagsskap, men fólk sum taka undir við Bin Laden og soleiðis sjálvi taka stig til ræðuleikar.
Yvirgangur
Yvirgangurin skakar okkum, og hátturin altjóða yvirgangurin verður framdur á, ger at vit øll óttast og soleiðis røkka yvirgangsbólkarnir máli sínum. Nógvar eru meiningarnar um hví hetta slagið av yvirgangi hevur fingið fastatøkur og stuðul í fleiri londum. Men tað er givið, at partvíst er tað talan um átrúna og um kúgað fólk, sum onkursvegna kenna seg við undirlutan í verandi heimsskipan, sum bartrogini, ið tala fyri yvirgangi, misbrúka. Tað er lítið at ivast í, at verandi heimsskipan ikki hevur eitt rættvíst býti at tilfeingi, og í sær sjálvum er við til at halda hesum órættvísi uppi. Júst staðfesting av hesum er arbeiðið við at broyta ST skipanina, soleiðis at heimurin gerst meira rættvísur. Eitt annað amboð í hesum sambandi eru reglurnar fyri altjóða handli. Her er somuleiðis lítið at ivast í, at fyrstaheimslondini fáa mest burturúr og ofta tey sterkastu alramest.
Fríhandil
Seinastu árini hava almennu Føroyar arbeitt við einum fríhandilssáttmála við Ísland. Flest øll eru samd um, at neyðugt er at verða meira altjóða. Men so skjótt vinnulívsfólk kenna seg hótt, verður ofta kravt at fáa verju og soleiðis hevur leikur eisini verið viðvíkjandi eini fríhandilsavtalu við Ísland. Óttin tykist her at verða, at íslendingar eru sterkari enn vit og tí við løttum taka yvir. Óttin er bæði viðvíkjandi fríhandilssáttmála, men eisini at íslendingar seta seg á eitt nú almennu ognirnar, sum verða einskildar. Tað er ikki bert í Føroyum, at hesin óttin stingur seg fram. T.d. í Peru, sum eg júst havi verið í, eru harðar fríhandilssamráðingar við USA. Peru hevur tørv á fríhandilssáttmálum, men óttast samstundis avleiðingarnar. Óttin er, at tað nógv sterkari amerikanska vinnulívið skal seta seg á alt. Harumframt eru krøvini frá USA rættiliga hørð, soleiðis skal Peru t.d. steðga kopivørum, vøkstrinum av kokabløðum og so eru peruanar misnøgdir við at USA krevur fría atgongd fyri sínar stuðlaðu landbúnaðarvørur. Fyri Peru er trupulleikin, at nógv fólk liva at gera kopivørur og er hetta ein umfatandi vinna í Peru. Harafturat er komið fram, at roknast má við munandi vøkstri í heiligvágskostnaði, tí fríhandilsavtalan inniber, at patentini hjá amerikonskum feløgum skulu fylgjast í Peru. Her sæst longi ójavnvágin í avtalum millum fyrsta og triðjaheimslond og enn er langt á mál, tí tað er vanligi fátæki borgarin, sum missur í fyrstu atløgu.
Kokabløð uttan alternativ?
T.d. hevur nógv verið gjørt burtur úr frá amerikanskari síðu, at banna kokabløðum, sum eru ráevni til kokain. Trupulleikin er bara, at tey vaksa sum gras nógvastaðni. Um USA krevur at sleppa frítt inn við sínum stuðlaðu landbúnaðarvørum, so gerst trýstið á bøndurnar enn størri og alterna-tivið at arbeiða við kokabløðum enn minni. Tað sama ger seg galdandi, um handilsavtala skal gerast við ES. Tí átti eitt krav at verið sett til bæði USA og ES í mun til hesi lond. Um vilji veruliga er til at sleppa av við kokaframleiðsluna, so byrjið eina tilgongd, har landbúnaðarstuðulin stigvíst verður tikin av og peningurin ístaðin brúktur til at uppbyggja kappingarføran og burðardyggan landbúna í hesum økjum, sum í dag veita rávøruna til kokainið. Tað nyttar lítið at lóggeva eitthvørt burtur, um fólkið ikki fær eitt alternativ.
Óttin fyri fríhandli
Vit hoyra nógv føgur orð, um at alheimsgerðin skal javnstilla fólk meira og at tjóðskapurin hevur minni týdning. Tað er partvíst rætt, men at verða sterkur úti viðførur at tað er neyðugt eisini at verða sterkur heima. Sum vit síggja dømini viðvíkjandi støðuni millum Føroyar og Ísland og Peru og USA, so eru londini óttafull, tá latast skal upp. Og um eitt land sum Føroyar óttast eitt land sum Ísland, hvussu stórur er óttin so ikki aðrastaðir? Stríðið at lyfta Afrika, er júst at skapa javnbjóðis handilssambond og eini slíkari leið hava øll menningarlondini tørv á, men ein kann ivast í um fyrstaheimslondini veruliga ynskja at hesi londini gerast ov sterk, tí tað merkir eisini at tey kunnu fáa størri ávirkan. At tað hendir nakað á økinum, er avtalan USA júst hevur gjørt við 6 Miðamerikonskt lond, sum byrjar Cafta samstarvið.
Einskiljing og altjóðargerð
Í okkara egna høpi, eru fleiri viðurskifti, sum fram verða tikin, og so er tað eisini tilvildin sum ger, at einskiljingarbylgjan rakar í fríhandilssáttmálan við Ísland. Einskiljingin merkir, at fyritøkur sum í dag eru almenn ogn, skulu á privatar hendur. Hetta merkir eisini at strategisk politisk ætlan við hesum ognum verður slept sum møguleiki. Sjálvandi kunnu almennu Føroyar seta nøkur krøv til keyparar, men hesi verða altíð veikari, enn tá ognin er á almennum hondum. Her kemur so óttin fyri íslendingum inn. Íslendskur kapitalur hevur longu sett seg á nógv í Føroyum, og fleiri óttast at hann verður dominerandi. Og er tað so ein trupulleiki? Tá tað almennu sleppur ognum, eigur tað at verða eitt feitt, um pengarnir er føroyskir ella ikki, sum keypa ognirna, tí tað sum um ræður er at talan er um privatar pengar og ognarrætt, og at ognirnar koma undir vanligar marknaðartreytir. Í mun til útlendskar og kanska serliga íslendskar íløgur, er vandin at einstøk fólk og feløg koma at sita á ov nógvum, og at møguligur vinningurin ikki kemur Føroyum til góða, soleiðis at eitt møguligt yvirskot ikki verður brúktur til íløgur í Føroyum. Men tað er helst ein náttúrlig avleiðing av alheimsgerð og spjaðing av váða. Í íslandi verður t.d. ávarað ímóti, at ognirnar eru á ov fáum hondum, soleiðis at rapar ein av stóru eigarunum, er vandi fyri at Ísland fer á heysin, og her mugu vit eisin meta um, um vit vilja hava henda váða í fyritøkur, vit einskilja.
Politisk krøv
Tí liggur tað eisini á politisku skipanini ikki bert at hyggja at prísi, men eisini keyparanum, tá einskilt verður. Tað er umráðandi hjá okkum, at treytir verða settar við ognarrættin á t.d. telefonútboði og infrastrukturi, tí vit liggja ikki mitt á evropeiska meginlandinum, og feløg berjast ikki um at sleppa at útbýggja Føroyar. Føroyar eru so lítlar, at tað er skeivt og beinleiðis vandamikið uttan fyrilit at brúka ástøðir, gjørd til stórar marknaðir. Okkara stødd ger, at vit á fleiri økjum fara at hava antin alment ella privat monopol, og her skal politiska skipanin tryggja okkum soleiðis, at støðan ikki skaðar landið, tí eingin vissa er fyri at privat monopol er betri enn alment. Tað almenna situr í dag á ognum, sum tað helst ikki skal sita á. Hvar markið so gongur, er ilt at semjast um, tí politiskar hugsjónir siga ymiskt. Men tað má verða greitt, at eitt endamál er at skilja ímillum alment og privat, og síðan at eisini atlit verða tikin til føroysk áhugamál. T.d. at tryggja ferðasamband úteftir, at tryggja fjarskifti innanhýsis og úteftir. Hvar ein heldur hesar uppgávur liggja best, veldst nógv um politiskan lit, men vit mugu bert minnast til, at tað ber til við lógum og reglum og at seta krøv, og at einskiljing í sær sjálvum ikki er nakað garanti, men at skilagóð einskiljing kann skapa karmar um einar betri Føroyar á summum økjum, tí tað almenna er í dag partur av økjum, har tað ikki skal verða. Tó skulu it ikki gloyma, at Føroyar ikki eru eitt vanligt samfelag, tí vit eru sera lítil og liggja fjarskotið, tí er tað ikki vist at patentloysnir til størri lond júst er tað, sum skal til í Føroyum.
Framburður krevur opinleika og ábyrgd
Altjóða handilssambond er ein fyritreyt fyri at verða við millum heimsins fremstu lond. Tí skal hetta økið raðfestast høgt í Føroyum. Altjóða handilssambond eru eisini eitt av høvuðsamboðunum til at betra um ójavnan í heiminum, og skal Føroyar verða við altjóða, skulu vit eisini spæla við her. M.a. er ein náttúrligur partur av menningarhjálp handilssáttmálar, sum framyvir kunnu geva menningarlondunum veruligan møguleika at menna seg og harvið verða amboðið ímóti hungursneyðum, esktremum fátækradømi og ójavna og eisini tálma misnøgdini, sum helst eigur sín part av stuðlinum sum altjóða yvirgangurin hevur í fleiri londum. Skulu vit føroyingar hava ein leiklut á altjóða pallinum, er tað eisini okkara ábyrgd at verða partur í hesum.