Yvirhálaði og fór útav

Ein maður er fluttur á Sjúkrahúsið, eftir at hann fór út av vegnum við motorsúkklu síni

 

Eitt álvarsamt ferðsluóhapp hevur seinnapartin verið í Suðuroynni.

 

Ein maður á motorsúkklu misti tamarhaldið, tá hann var í ferð við eina yvirháling, og bæði maður og súkkla fóru sendandi út av vegnum.

 

Vakthavandi á Politistøðini upplýsir, at maðurin nú er fluttur á Sjúkrahúsið.