Yvirlýsing: Føroyar eru í einum vakum

Tjóðveldi ásannar, at Føroyar politiskt eru í einum vakum, sum tikið verður til í yvirlýsing, sum samtykt varð uppundir endan av flokstinginum í Skálavík í dag Heitið á samtyktu yvirlýsingini er ?Politiskt vakum - nýggjar leiðir?.

- Vit ásanna, at Føroyar politiskt eru í einum vakuum.

Hetta er aðru ferð í nýggju øldini, at vit hava eina heimastýrisstjórn, sum einki greitt mál hevur á nøkrum øki. Hvørki innan fiskivinnu, vinnulív, sosiala økið, mentanarøkið, ei heldur innan uttanríkisøkið er nøkur kós at síggja.

Flokkurin vísir á, at ongar avgerðir verða tiknar, og størsti parturin av virkseminum hjá politisku skipanini er at seta danskar lógir í gildi fyri Føroyar, og annars í politiska gerandisdegnum at destabilisera tað, sum vunnið er í tjóðarbyggingini.

- Hetta hendir, samstundis sum tørvurin er alneyðugur á nýggjum leiðum og grundleggjandi broytingum til tess at vinna á okkara egnu bygnaðartrupulleikum og avleiðingum av altjóða fíggjarkreppuni, sigur Tjóðveldi í síni yvirlýsing, sum vit fara at gera meira burtur úr á Portalinum seinni í kvøld