Yvirlýsing frá Tjóðveldisflokkinum

Tjóðveldisflokkurin stuðlar grønlendska kravinum um fullan avgerðarrætt í hernaðarmálum og mótmælir hjálandapolitisku framferðini hjá donsku stjórnini í málinum um Thule-støðina.

Danska stjórnin hevur - hóast mótmæli frá øllum grønlendskum flokkum - av sínum eintingum boðað amerikonsku stjórnini frá, at hon vil viðgera málið um missil-verjuskjøldur við vælvild. Harvið hevur hon aftur bjóðað Thule-støðina í Grønlandi fram, uttan at grønlendska fólkið er eftirspurt.
Nýggjar frágreiðingar hava staðfest, at hetta er sami framferðarháttur, sum hevur verið føroyingum fyri í hernaðarmálum undir kalda krígnum.
Alt bendir á, at Danmark við hesum aftur brúkar Grønland til tess at vinna sær sjálvum fyrimunir í NATO og til tess at fáa vælvild úr USA í royndunum at vinna sær ein sess í trygdarráðnum hjá ST.
Grønlendskir politikarar hava kravt, at avtalan frá 1951 um Thule-støðina, sum hevur verið hildin loynilig fyri grønlendingum í mong ár, verður endurskoðað, og at grønlend-ingar sjálvir samráðast og taka avgerðir um hetta mál. Teir gera somuleiðis vart við, at teir búskaparligu og politisku fyrimunir, ið kunnu fáast burturúr eini avtalu við USA og NATO, skulu koma grønlendingum beinleiðis til góðar.
Beinleiðis spurdur á fólkatingi mikudagin, vildi danski forsætisráðharrin ikki vátta, at grønlendsku ynskini fara at verða eftirlíkað ella hoyrd. Hann nevndi tað ?ein hypotet-iskan spurning?, at grønlendingar ikki fóru at taka undir við danska framferðarháttinum.
Tjóðveldisflokkurin stuðlar fult og heilt grønlendsku krøvunum um fullan sjálvsavgerðarrætt í hernaðarmálum og mótmælir teirri hjálandapolitisku framferðini hjá donsku stjórnini seinastu dagarnar. Tjóðveldisflokkurin heitir á donsku stjórnina um í verki at vísa virðing fyri grønlendsku tjóðini og fólkavaldu myndugleikum hennara.

Tórshavn 15. november 2002