ÚTFLAGGING
Gulu, grønu og reyðu litirnir fara at veitra yvir rækjuskipinum Arctic Viking næstu tvey árini.
Fiskimálaráðið hevur loksins gingið umbønini á møti frá reiðarinum Líðini í Kollafirði at flagga út. Treytin er, at landskassans pantibræv framhaldandi skal hava fult gildi, og at niðurskrivingin av skuldini steðgar, meðan skipið er undir litaviskum flaggi.
Johan Joensen, reiðari á Arctiv Viking, er fáorðaður um, at loyvið loksins er fingið at flagga út.
? Vit hava fingið loyvið og handla út frá tí. Vit ganga undir treytirnar, sum Fiskimálaráðið hevur sett. Tær eru, sum vit væntaðu, sigur Johan Joensen.
Nær Arctic Viking flaggar út, fær hann ikki sagt enn. Fyrst skulu pappírini fáast upp á pláss. So skjótt tað formliga er í lagi, fer meginparturin av føroysku manningini í land, og litaviska manningin yvirtekur føroysku koyggjurnar. Bara ein lítil partur av manningini verður føroyskur, upplýsir reiðarin.
1000 dollarar
Reiðarin vil einki siga um, hvat tað merkir fyri raksturin á Arctic Viking, at skipið nú verður mannað við bíligari arbeiðsmegi.
? Hetta er ein roynd hjá okkum at yvirliva. Vit gera tað, tí tað er eitt neyðugt stig fyri at fáa endarnar at røkka saman, og meira tími eg ikki at viðmerkja um hetta málið, sigur Johan Joensen.
Helst fáa litavisku fiskimenninir umborð á Arctic Viking einar 1000 dollarar um mánaðin. Tað svarar til einar 200 føroyskar krónur um dagin. Hetta er vanliga støðið eystanfyri, upplýsir Óli Jacobsen, formaður í Fiskimannafelagnum.
Moralskt forkastiligt
Er reiðarin fámæltur, so er Gunnleivur Dalsgarð, formaður í Starvsmannafelagnum alt annað. Hann heldur tað vera »moralskt forkastiligt«, at Føroya land setir sítt bláa stempul á ætlanina.
? Tað er ófatiligt, at vit skulu bjarga okkara arbeiðstólum við at gera okkum dælt av støðuni í einum landi, sum ekur á knøunum. Vit tosa um rættindini hjá fólkum, sum koma hendan vegin at arbeiða, men nú fara vit í besta stíli og halda teirra láglønarsamfelagi viðlíka. Tað er at vanvirða teirra stríð fyri betri korum. Tað er at misnýta fólk. Vit útnytta teirra armóð og elendigheit, og vit halda teirra kriminalitet viðlíka, sigur Gunnleivur Dalsgarð.
Eitt bæði og...
Formaðurin í Fiskimannafelagnum, Óli Jacobsen, er meiri diplomatiskur. Hann heldur lítið um, at skipið flaggar út, men hann hevur meiri forstáilsi fyri reiðarínum.
? Sjálvandi er hetta kyniskt, men eg haldi tað liggur politisku skipanini meiri til last enn reiðarínum. Her er eingin politikkur á økinum, og landsstýrismaðurin (Jacob Vestergaard, blðm.) hevur ikki rætt fingur frá síðu fyri at kanna, hvussu rækjuflotin kann bjargast, sigur Óli Jacobsen.
Spurdur, um tað er moralskt í lagi, at eitt reiðarí velur at troyta bíliga arbeiðsmegi uttanlands fyri at yvirliva, svarar formaður í Fiskimannafelagnum·
? Bæði og... Hetta er ein hóttan fyri okkara arbeiðsmegi, tí vit kunnu ikki kappast við hasar lønirnar. Men samstundis mugu vit viðganga, at eysturlendingarnir gera eitt kupp. Hetta er meira enn ein hampiligi løn í teirra londum. Áður var bílig arbeiðsmegi veruliga útnyttað, og talan var um trælaløn. Hetta lønarlagið er hóast alt ein avleiðing av, at altjóða transportfelagið hevur fingið ein serligan sáttmála í lag fyri hesi londini. 1000 dollarar um mánaðin verður roknað fyri ein góð løn eftir teirra mátistokki, sigur Óli Jacobsen.
Rækjuvinnan, sum áður dróg reyðargull til Føroyar, er í svárari kreppu, og spurningurin er, um hon stendur til at bjarga. Eitt uppskot liggur í tinginum frá andstøðuni, og hóast Óli Jacobsen ikki sigur seg vera talsmann fyri studningi, so eftirlýsir hann líkarætt.
? Farmaskipaflotin er fyri ein part bygdur á studning, tí hann hevur FAS-skipanina. Tað er løgið at røkja ein part av flotanum, tá mann ikki eingang vil tosa um, hvat kann gerast fyri restina av flotanum. Ábyrgdin liggur hjá landstýrinum, men tað velur lættastu loysnina at útflyta trupulleikan, sigur Óli Jacobsen.
Solidaritet!
Gunnleivur Dalsgarð heldur ikki, at tað kann nýtast sum undanførsla, at lønin er góð samanborin við teirra viðurskifti.
? Vit eru eitt framkomið fólk, og tað, sum vit her tosa um, eru yvirklassatrupulleikar. Sjálvandi skulu vit royna at bjarga vinnuni, men tá ið vit bjarga hana upp á bekostning av øðrum, hvussu skulu tey so nærkast okkara livistøði? Hetta er skeivt, og sum fakfelagsmaður haldi eg, at vit skulu vísa solidaritet og hyggja út um okkara egnu garðar. Tað gevur mær ringan smakk í munnin, at almennu Føroyar skulu stuðla uppundir, at onnur standa í stað, sigur Gulleivur Dalsgarð.