Ikki kann sigast annað, enn at talan var um eina rættiliga buldraliga viku hjá 62 ára gamla Mohammad Basheer Abdul Khadar, tí eftir fáum døgum hevði hann upplivað bæði at yvirliva eina flogvanlukku og at vinna fleiri milliónir krónur í lotto!
Mohammad var umborð á flogfarinum úr India, sum eldur kom í eftir lending á flogvøllinum í Dubai í farnu viku. Ein brandmaður doyði, men øll umborð komu livandi frá vanlukkuni.
Eftir at vera komin úr flogfarinum, keypti Mohammad sær ein lottoseðil, og í hesi vikuni fekk hann so at vita, at hann altso hevði vunnið 6,7 milliónir krónur…
Mohammad Basheer Abdul Khadar, sum er indari, men hevur búð í Dubai í 40 ár, sigur nú, at hann ætlar at geva fátækum pengarnar, hann hevur vunnið.