Yvirlýsing

.

Eftir avdúkingina um leiklutin hjá Poul Nyrup Rasmussen í bankamálinum, er tað ein háðan móti Føroya fólki, at løgmaður bjóðar honum til Føroya.

Avdúkingar prógva, at danski forsætismálaráðharrin saman við fíggjareftirlitinum og øðrum á ein sera ósømiligan hátt var við til at leggja eina skuld upp á 2,7 milliardir krónur á føroyska skattgjaldaran.


Fyri

Verkamannafylkingina, landsformaður

Alis Jacobsen