YVIRLÝSING

.

Verður sent øllum valfeløgum, flokkum, løgtingslimum og fjølmiðlum.


Viðv. skattauppskotinum um skattalætta

Eftir 1. viðgerð í løgtinginum at døma, er líkt til, at uppskotið verður samtykt. Tí hava undirritaðu fakfeløg havt fund saman.

Feløgini eru komin ásamt um at biðja sínar limir um ongantíð aftur at velja teir tinglimir, sum atkvøða fyri hesum uppskoti.

Vit halda, at allir borgarar skulu vera líka fyri lógini, skattalógin skal ikki vera nakað undantak.

Undranarvert at tílíkt uppskot kemur fram meðan samfelagið enn ikki hevur borið teimum alment løntu lønarniðurskurðin frá 1993 aftur.

Hetta er bara byrjanin til ætlan Fólkafloksins at seta allar lønir niður. Grundgevingin er og hevur verið, at lønarlagið í Føroyum er ov høgt. Men hetta er ikki satt. Londini, vit sammeta okkum við, hava hægri lønarlag enn vit.

At síggja til skal uppskotið koma fiskimanninum tilgóðar, men skattalættin kemur ikki teimum lágløntu fiskimonnum og enn minni útróðrarmonnunum tilgóðar (teir skulu tvørturímóti gjalda).

Ein skattalætti kann koma illa við hjá fleiri kommunum og hjá landskassanum, so tað er eitt ivamál, um tað er forsvarligt yvirhøvur at geva nøkrum skattalætta.

Mint verður á, at hendan yvirlýsing kemur frá 20 fakfeløgum við umleið 15.000 limum og ikki nøkrum einstøkum persóni.


Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag

Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag

Havnar Arbeiðsmannafelag

Havnar Arbeiðskvinnufelag

Føroya Arbeiðarafelag

Føroya Lærarafelag

Starvsmannafelagið

Sjúkrahjálparafelag Føroya

Økonomafelagið

Verkfrøðingafelag Føroya

Fysioterapeutfelagið

Sjúkrasystrafelag Føroya

Føroya Postfelag

Yrkisfelag Studentaskúla- og HF-lærara

Ljósmøðrafelagið

Ergoterapeutfelagið

Sjúkrahúslaborantar

Pedagogfelagið

Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya

Arbeiðskvinnufelagið »Fjallbrúður«


Tórshavn, tann 10. desember 1997