Yvirmenninir vóru ávirkaðir

Skiparin og stýrimaðurin á einum farmaskipi, sum fór á land í Suðursvøríki í nátt, høvdu drukkið í meira lagi av sterkum. Tað kunngjørdi svenska sjóverjan í dag.

Skipið, sum eitur Anke Angela, sigldi á land nakað eftir midnátt í gjárkvøldið í Kalmarsundinum, sum er sundið millum oynna Öland og meginlandið. Skipið er fullfermt av viði.

Anke Angela er skrásett í Gibraltar. Seks mans vóru við skipinum. Skiparin er týskari, og stýrimaðurin er úr Russlandi.