Samlaðu fíggjarinntøkurnar vóru 2.729 milliónir kr., meðan samlaði kostnaðurin var 1.588 milliónir kr.
Fíggjarstøðan hjá Kaupthing Bank javnvigaði við 47,9 milliardum kr. Harav eru latin lán til viðskiftafólk fyri 30,1 milliard kr. Samlaðu avsetingarnar móti tapum vóru 334 milliónir kr í 2003.
Eginpeningurin við árslok var 3.949 milliónir kr. og solvensurin hjá Kaupthing Bank er 14,2%.
Nevndin í bankanum fer at skjóta upp fyri aðalfundinum at rinda 113 milliónir í vinningsbýti - svarandi til 18% av yvirskotinum.
Úrslitið fyri 2003 er gott og fjórði ársfjórðingur var tann besti í allari søguni hjá bankanum. Styrkin av sparingunum í sambandi við samanleggingina millum Kaupthing og Búnaðarbankann hava víst seg skjótari enn væntað. Harumframt er virksemið uttanfyri Ísland nú veruliga byrja at kasta av sær.
Kaupthing Virðisbrævameklarafelag P/F almannakunngerð í næstu viku úrslitið fyri virksemi í Føroyum.