Undirsjóvartunlarnir, P/F Norðoyatunnilin og P/F Vágatunnilin, hava havt aðalfund, har roknskapirnir vórðu framlagdir.
Tað boða tunlarnir frá.
Úrslitið í P/F Vágatunlinum fyri 2013 gjørdist eitt avlop á 5,6 mió. kr., sum er 5,1 mió.kr. betur enn árið fyri, tá avlopið var 0,5 mió. kr. Umsetningurin var 21,2 mió. kr. í 2013 og 20,8 mió. kr. í 2012. Í Vágatunlinum koyrdu 620.072 akfør gjøgnum tunnilin, 25.688 fleiri enn í 2012, ein vøkstur á 4,3%. Hetta svarar til, at tað koyrdu 1.697 akfør í miðal um samdøgrið.
Ársúrslitið í P/F Norðoyatunlinum varð eitt avlop á kr. 2,6 mió. kr., sum er 1,1 mió. kr. lakari enn 2012, tá avlopið var 3,7 mió. kr. Umsetningurin var 25,4 mió. kr. í 2013 og 25,9 mió. kr. í 2012. Í Norðoyatunlinum koyrdu 791.604 akfør gjøgnum tunnilin, sum er ein vøkstur á 5,9% í mun til 2012, tá 747.368 akfør gjørdu nýtslu av tunlinum. Ferðslan hevur í 2013 verið í miðal 2.169 akfør/samdøgur í mun til 2.042 akfør/samdøgur í 2012.
Miðalprísurin, sum hvørt akfar hevur goldið í 2013, var kr. 66,50 í Norðoyatunlinum og kr. 68,26 í Vágatunlinum. Nevndirnar viðgera við jøvnum millumbili, um grundarlag er fyri at broyta prísirnar.
Á aðalfundinum vóru nevndirnar afturvaldar. Í nevndini fyri Norðoyatunnilin sita Jens Kári Vilhelm, Heri M. Hammer og Johanna á Bergi. Nevndin skipaði seg við við Jens Kára Vilhelm sum formanni og Hera M. Hammer sum næstformanni.
Í nevndini fyri Vágatunnilin sita Jens Kári Vilhelm, Dánjal T. Thomsen, Mathea Hilduberg og Marita Hentze. Nevndin skipaði seg við Jens Kára Vilhelm sum formanni og Dánjal T. Thomsen sum næstformanni.