Yvirskotið minkað 11 milliónir

Úrslitið hjá Atlantic Airways eftir skatt gjørdist góðar 6 mió kr. annan ársfjórðing í 2008 samanborið við 17 mió kr. somu tíð í fjør. Grundraksturin er tó betraður Í fráboðanini til virðisbrævamarknaðin verður sagt, at høgir prísir á brennievni, størri avskrivingar og stór sveiggj á partabrævamarknaðunum hava ávirkað hálvársúrslitið í 2008 munandi samanborið við fyrra hálvár í fjør.

Virðisjavnanin á virðisbrøvum gav 5,0 mió. kr. í vinningi fyrra hálvár í fjør, men fyrra hálvár í 2008 elvdi hon til eitt eitt tap á 1,6 mió. kr.

Felagið tók í nýtslu tvey flogfør og eina tyrlu á heysti í fjør, og hetta sæst aftur í avskrivingunum, sum vóru 10 mió. kr. hægri fyrra hálvár í 2008 sammett við sama tíðarskeið í fjør.

- Frároknar tú úrslitið av virðisbrævajavnanini, so neutraliserar hetta munin við á leið 6 milliónum. Avskrivingar skulu sjálvandi roknast við, tí tær eru jú úttrykk fyri endurnýggjanina av flotanum, men hóast oljuprísurin er farin upp ígjøgnum loftið, so hava vit ein grundrakstur, sum sær sera skilagóður út, og tað eru vit sera fegin um, sigur Magni Arge, stjóri, við portalin.

Talið á ferðafólkum við rutuflogførunum fyrra hálvár í ár vaks við 5.170 ferðafólkum úr 92.201 upp í 97.371 ferðafólk. Vaksandi ferðafólkatal og hægri meðalinntøka fyri hvørt ferðafólk høvdu við sær inntøkuvøkstur í rutuflúgvingini, men hesin vøkstur stóð tíverri ikki mát við vøksturin í oljuútreiðslunum.

Umsetningurin hjá Atlantic Airways fyrra hálvár í ár var 250 mió. kr. Fíggjarjavnin hjá felagnum 30. juni 2008 var 484 mió. kr., ið er 95 mió. kr. hægri enn við ársbyrjan. Eginognin var 211 mió. kr. og solvensprosentið 44.