Zakarias Wang farin út um alt sømiligt mark við at samanbera Nyrup við Hitler

Eg má viðganga, at eg fekk onki minni enn ein skelk, tá ið eg í útvarpinum dagin eftir trettanda hoyrdi brot úr røðu, sum Zakarias Wang, stjórnmálafrøðingur og studentaskúlalærari, hevði hildið á Vaglinum, har hann samanbar Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharra, við stórsta bølmenni í hesi øldini, Adolf Hitler. Seinri havi eg lisið hesa somu røðu í bløðunum, og undranin og bilsnið er hitt sama!

Uttan at blanda meg upp í tjakið, sum Fólkaítakið fyri tjóðfundi førir fram millum manna, so vil eg útfrá reint menniskjansligum tankum og metingum loyva mær at koma við eini áheitan á Zakarias Wang, um at taka orðini aftur, sum hann nýtti í hesi røðu á Vaglinum trettanda eftir jóla, tí heilt einfalt, um grundgevingarnar fyri at halda tjóðfund ikki kunnu vinna frama uttan sovorðnar høpisleysar samanberingar, sum tú gjørdi henda dagin millum N yrup og Hitler, so er so lítið veiggj í Fólkaítakinum og grundgevingum tess, at tað var betri, at tað ongantíð hevði sæð dagsins ljós - og harvið sloppið okkum føroyingum undan hesi vanærisligu skommini, sum liggja í hesi samanberingini - sum tíverri eisini koma at skaða umdømi Føroya uttanlands, av tí at so nógv fremmand tíðindafólk vóru í Føroyum um hetta mundið. Eg skilji teg ómetaliga væl, Zakarias, at tú ert vorðin ørkymlaður av at venda tær, vegna Fólkaítakið, bæði til Margretu drotning, Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharra og enntá til sjálvan ST-aðalskrivaran í New York, og ongin gevur tær nakað nøktandi svar viðvíkjandi Bergensáttmálanum - heldur ikki fært tú nakran løgfrøðing í altjóðarætti at royna hesa sak hjá dómsvaldinum - tað er sjálvsagt »frustrerandi«, men tað gevur tær ikki loyvi til í allari neyðini at loypa so framav, sum tú gjørdi henda dagin á Vaglinum!

Stórsti sigur, maður kann vinna, er á sjálvum sær, verður mangan tikið til. Eg vil heita á teg, Zakarias Wang, um at taka hasi syndarligu orðini »at Nyrup er verri enn Hitler« í teg aftur - tær sjálvum og harvið øllum Føroya fólki til stóran heiður og sóma. Tú hevur skyldur at røkja fyri uppvaksandi ættarliðinum sum studentaskúlalærari í stjórnmálafrøði, í staðin fyri at fjala teg aftanfyri veruleikafjaran heilaspuna úr miðøld, sum sambært øllum sólarmerkjum at døma, ongin tekur fyri fult - eg havi bíðað eftir eini umbering frá tíni síðu nú í eina viku, men av tí at ongin almenn fráboðan er komin frá Fólkaítakinum ella tær persónliga, so loyvi eg mær at koma við hesi áheitan, um at biðja teg koma við eini almennari umbering vegna hesa sera óhepnu samanbering, sum gjørd varð á trettandi - eg vil hervið siga alment frá, at eg teljist als ikki millum teir føroyingar, sum taka undir við tílíkum orðavali, sum ber brá av rasismu, danahatri (og undirlutakenslu!) - og sum fær alla pressu í Norðurlondum at stand púra spyrjandi um, hvat er á vási í Føroyum? Og um hetta skal verða støðið í almenna tjakinum, og harvið lívsmøguleikunum, í »ríkinum« hjá Zakariasi Wang o.ø., so hava vit føroyingar lítið gott í væntu, um tann dagur skuldu upprunnið, at Zakarias og hansara líkar fáa makt, sum teir hava akt! Og hvussu verður við tí, sum eitur ærumeiðing, ella bara vanligur fólkaskikkur, í »ríki« Zakariasas, um hetta ófatuliga dømi skal verða góðtikna framtíðarlinjan?

Zakarias Wang og Fólkaítak hansara kunnu væl ikki meina, at vit kunnu seta líkheitstekin millum Poul Nyrup Rasmussen og Adolf Hitler - eg spyrji???


Tórshavn 12. jan. 1998

Johan Samuelsen