Zakharova: - Rishi Sunak við desperatum lygnum

- Lygnirnar hjá Rishi Sunak eru so desperatar - ella spinnandi ørar - at sjálvt eg haldi tað vera synd í honum, sigur talskvinnan hjá russiska uttanríkisráðnum.

 

Bretski forsætisráðharrin, Rishi Sunak, segði herfyri, at fyrilitarloysið hjá russiska forsetanum, Vladimir Putin, hevur ført heimin nærri einari vandamiklari kapprenning um kjarnorkuvápn.

 

Men, hesar útsagnir vil Russland eftir øllum at døma ikki hava sitandi á sær.

 

- Lygnirnar hjá Rishi Sunak eru so desperatar - ella spinnandi ørar - at sjálvt eg haldi tað vera synd í honum. Hvat um hesar útsagir bara eru býttheit? skrivar Maria Zakharova á boðtænastuni, Telegram.

 

Maria Zakharova er talsfólk hjá russiska uttanríkisráðnum.

 

Á Telegram vísir hon á leiklutin hjá Ukraina at skapa eina spenta kjarnorkustøðu, tí Maria Zakharova vil vera við, at tað er Ukraina, sum bumbar kjarnorkuverkið, Zaporizjzja.

 

Kjarnorkuverkið, sum er hitt størsta í Evropa, varð tíðliga í krígnum tikið av russum. Verkið liggur eystaru megin stóru Dnipro-ánna, og beint vestan fyri ánna eru tað ukrainar, sum hava valdið.

 

Altjóða kjarnorkustovnurin hevur fleiri ferðir heitt á russiskar myndugleikar um at lata ukrainum valdið yvir verkinum aftur, tí tað er tað tryggasta fyri verkið og umhvørvið á leiðini.

 

Kjarnorkuverkið er ikki virkið longur, og russiska hersetingarvaldið er áður lagt undir at brúka kjarnorkuverkið til hernaðarlig endamál í krígnum móti ukrainsku herdeildunum.