Pojovic Zarko hevru verið ein lyklaspælari hjá Team Klaksvík í ár, men hann ynskir ikki longur at spæla í Klaksvík. Tað hevur leiðsan í felagnum tikið til eftirtektar.
- Vit hava á fundi í leiðsluni í felagnum, tikið ta avgerð, at leyslata Zarko úr sáttmálanum – sjálvandi eftir hansara ynski. Tað er onki at dylja yvir, at Zarko hevur verið ein týðandi spælari fyri okkum, men tá hann ynskir at fara, merkir tað samstundis, at hann ikki ynskir at spæla her, sigur Heri Johnsson, formaður í Team Klaksvík við in.fo
Tað var jn.fo, sum fyrr í kvøld visti at siga, at fyrrverandi venjarin í felagnum hevur takkað fyri seg. Í Team Klaksvík vildu teir ikki hava ein spælara, sum ikki hevði tankarnar á rætta stað.
- Vit hava ikki tørv á einum spælara, hvørs tankar eru aðrastaðni. Hendan støðan gevur okkum eitt kort færri at spæla við. Men vit taka tey kortini vit hava, og blanda tey av nýggjum, soleiðis at vit sum felag og sum lið, koma sterkari úr hesi støðu, enn áðrenn, sigur Heri Johnsson víðari.
Pojovic Zarko vil tó ikki heilt sleppa teimum yngru í Team Klaksvík, sum hann hevur vant.
- Hann fer framvegis at venja við teimum av og til. Serliga hesa vikuna, tí hann vil hjálpa dreingjum 10, at vinna steypakappingina. Hann er sera keddur av at sleppa ungdóminum her norðuri, sigur Heri Johnsson, formaður í Team Klaksvík at enda.
Team Klaksvík liggur aftast í landskappingini og er úti av steypakappingini. VÍF er eisini úti av steypakappingini, men hevur góð kort á hondini til at koma í eina FM finalu.