Zelensky: 200 ukrainskir ​​dronuserfrøðingar eru í Miðeystri

Ukraina hevur royndir við Shahed-dronum frá krígnum móti Russlandi og hevur sent serfrøðingatoymi til fleiri lond.

Zelenskyj talar í bretska tjóðartinginum í dag eftir fund við millum annað bretska forsætisráðharran, Keir Starmer. - Mynd: -/Ritzau Scanpix

Yvir 200 ukrainskir dronuserfrøðingar eru í Miðeystri fyri at hjálpa londum at verja seg móti framhaldandi dronuálopum úr Iran.

 

Tað segði forsetin í Ukraina, Valdimir Zelenskij, týsdagin.

 

– Okkara lið eru longu í Emiratunum, Katar, Saudi Arabia og á veg til Kuwait. Vit arbeiða saman við fleiri øðrum londum. Avtalur eru longu komnar uppá pláss, segði Zelensky, tá hann talaði í bretska tjóðartinginum í London týsdagin, sambært Sky News.

 

Iran hevur lopið á fleiri lond um alt Miðeystur við rakettum og dronum sum svar uppá umfatandi loftálopini hjá USA og Ísrael móti landinum.

 

Álopini úr Iran hava havt við sær deyðsføll, samstundis sum flogferðslan og altjóða skipaferðslan eisini eru ávirkað av støðuni.

 

34 ukrainskir dronuserfrøðingar afturat eru klárir at fara, sigur Zelensky, forseti.

 

– Hetta eru serfrøðingar her. Serfrøðingar, sum vita, hvussu teir skulu hjálpa og hvussu teir verja seg móti Shahed-dronum, heldur hann fram.

 

Russland hevur ofta brúkt Shahed-dronurnar, sum eru framleiddar í Iran, í álopum sínum á Ukraina.

 

Ukrainska stjórnin hevur roynt at bjóða nakað av tí anti-dronu tøkni og serkunnleika, sum landið hevur bygt upp, í staðin fyri vanliga loftverju, sum landinum hevur illa brúk fyri. Tað upplýsir tíðindastovan AFP.

 

Amerikanski forsetin, Donald Trump, sigur við Fox News, at USA hevur ikki brúk fyri hjálp frá Ukraina við dronuverju. Zelensky hevur annars sagt, at USA hevur biðið um hjálp.

 

Ayatollah Ali Khamenei, sum var ovasti leiðari í Iran, varð dripin undir fyrstu loftálopunum, sum byrjaðu fyri smáum tveimum vikum síðani.

 

Sonur hansara Mojtaba Khamenei hevur síðani tikið við sum ovasti leiðari í landinum, sum er ein prestastýri.

 

/Ritzau/

 

Zelenskyj talar í bretska tjóðartinginum í dag eftir fund við millum annað bretska forsætisráðharran, Keir Starmer. - Mynd: -/Ritzau Scanpix