Hilbert heldur fram sum formaður í Føroya Ellisakførum

Leygardagin var aðalfundur hjá Føroya Ellisakførum

Tíðindaskriv:

 

Árligi aðalfundurin hjá Føroya Ellisakfør varð hildin í hølunum Yviri við Strond 14/03-2026.

 

Í formansfrágreiðing sínari greiddi formaðurin frá, at felagið hevði havt eitt miðal gott ár.

 

– Felagið er enn sera aktivt við ymiskum tiltøkum og einum jøvnun tali av limum, og á hvørjum ári leggjast nýggj akfør til flotan.

 

Aðalfundurin mintist Sonna Smith, sála, sum varð heiðurslimur í felagnum og andaðist í farna ári.

 

Til ber at lesa meira um felagið og tiltøk á heimasíðu felagsins www.ellisakfør.fo.

 

Eftir aðalfundin hevur nýggja nevndin skipað seg soleiðis:

 

  • Formaður: Hilbert Elisson
  • Næstformaður: Birgir Johannesen
  • Kassameistari: Jóan Pauli Jespersen
  • Skrivari: Ragnar Joensen
  • Nevndarlimur: Sofus Gilsstein
  • Tiltakslimir: Oddmar Kruse og Martin Heinesen