Russiski forsetin hevur ikki rokkið sínum málum við innrásini í Ukraina, og tað hevur ikki eydnast honum at bróta niður ukrainska fólkið.
Tað sigur forsetin í Ukraina, Volodymyr Zelensky, í eini videorøðu á fýra ára degnum fyri russisku innrásina, sambært Reuters.
- Putin hevur ikki nátt sínum málum. Hann hevur ikki knúst ukrainska fólkið. Hann hevur ikki vunnið hetta stríðið, sigur Zelensky.
- Vit hava varðveitt Ukraina, og vit fara at gera alt fyri at fáa frið. Og fyri at tryggja rættvísi, heldur tað fram.
Á ársdegnum fyri innrásina vitja fleiri vesturlendskir leiðarar ukrainska høvuðsstaðin, Kyiv - teirra millum Mette Frederiksen, forsætisráðfrú Danmarkar og forkvinnan í ES-nevndini, Ursula von der Leyen.
##med2##
/Ritzau/











