Føroyski bókmentafestivalurin leygardagur

Føroyski bókmentafestivalurin leygardagur 28. februárklokkan 15.00-19.00 - Reinsaríi Tórshavn

 

Espedal, Eiriksdóttir og Lucas

 

15.00 Kristín Eiríksdóttir (Ísland) tosar um Tað, sum verður ósagt í samrøðu við Vivian Begerau.

 

Kristín er tilnevnd Norðurlensku Bókmentavirðislønina tvær ferð, m.a. fyri skaldsøguna Tól (De blottede). Tól hevur verið tilnevnd til fleiri týðandi íslendskar bókmentavirðislønir og vísir greitt hennara sterku og sermerktu rødd í norðurlendskum samtíðarbókmentum.

 

16.00 Maja Lucas (Danmark) tekur evnið Nerting og tað ósagda: Kynslív í bókmentum upp saman við Sannu Mariu Klein.

 

Maja Lucas er kend fyri sínar neyvu og kensluligu lýsingar av gerandislívi, familjusambondum og samleika. Bókin Måden du rører mig på snýr seg um kynslív, kærleika og tráan.

 

Um bókina sigur Maja Lucas: “Bók mín er til øll tey, ið hata sín kropp, men ikki longur vilja finna seg í tí. Bókin er skrivað til allar teir menn, kvinnur og nonbinæru, ið eg havi tráað. Bókin er serliga skrivað til tey, ið ikki megna at stíga fram við síni tráan – eins og eg”.

 

17.00 Hvar er Tomas Espedal í dag?

 

Tomas Espedal (Noreg) í samrøðu við Marnu Jacobsen um stuttsøgur, handverk og skriving sum arbeiði.

 

Her hitta vit norska rithøvundin Tomas Espedal, ið er ein av mest sermerktu røddunum í samtíðar norðurlendskum bókmentum. Síðani hann gav út sína fyrstu bók hevur hansara ritverk ment seg til eina serliga blanding av skaldsøgu, dagbók, essay og heimspekiligari umhugsan. Í bókum hansara flóta lív og bókmentir saman. Hann skrivar um gongutúrar, ferðing, sorg, kærleika og einsemi.

 

Til ber at keypa mat á staðnum.

 

Skráin: https://www.faroeislandsfestival.net

 

https://atgongumerki.fo/3580405/espedal-eiriksdottir-og-lucas