G7-londini høvdu trupult við at finna felags stev á toppfundinum, tá talan var um kríggið í Ukraina.
Ikki minst tí, at amerikanski forsetin, Donald Trump, fór at finnast at, at Russland ikki longur er partur av bólkinum.
Trump fór eisini heim ein dag ov tíðliga - vísandi til stríðið millum Iran og amerikanska sameinda Ísrael - og náddi hann tí ikki at hitta Zelensky.
I dag fór Zelensky av fundinum í Kananaskis í vestara parti av Kanada.
Ritzau/Reuters