Tað skrivar ukrainski forsetin á X.
Sambært Zelenskyj benda upplýsingar frá ukrainskum, amerikonskum og evropeiskum fregnartænastum á, at Russland fyrireikar eitt samansett álop við ymiskum vápnum móti ukrainskum økjum, millum annað Kyiv.
Oresjnik er eitt hypersoniskt langtrøkkandi missil, sum kann bera bæði vanlig og kjarnorkuspreingihøvd og ferðast við minst fimm ferðum ljóðferðina.
Zelenskyj heitir tí á ukrainar um at taka loftávaringarnar í størsta álvara frá leygarkvøldinum og frameftir.
Ávaringin kemur dagin eftir, at Vladimir Putin gav russiska herinum boð um at kanna møguleikarnar fyri hevnd eftir eitt dronuálop í Luhansk-økinum, har minst seks fólk doyðu.
Ukrainski herurin vísir aftur at kenna nakað til álopið.
Russland hevur sambært Ritzau bert tvær ferðir áður brúkt Oresjnik-missilið í krígnum, sum byrjaði í februar 2022.











