Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, eggjar nú ES-leiðarum at senda meira loftverju til kríggið móti russiska hersetingarvaldinum í Ukraina.
- Nøgdin av lóðuri, sum okkara herfólk hava í krígnum, er skomm fyri Evropa. Okkum tørvar meira, segði forsetin í einari video-røðu á ES-toppfundi í Brüssel í dag.
Hetta veit tíðindastovan, Reuters, at siga nú seinnapartin.
Í røðu síni eggjaði Volodymyr Zelenskyj ES-londunum at brúka frystar russiskar pengar til at stuðla Ukraina í krígnum móti Russlandi.
- Bæði inntøkurnar frá hesum pengum og pengarnir sjálvir áttu at verið brúktir ímóti Russlandi, segði ukrainski forsetin í dag sambært Reuters.