Amerikanski forsetin, Joe Biden, hevur verið á einari ófráboðaðari vitjan í ukrainska høvuðsstaðnum, Kyiv, í dag - bert fáar dagar fyri eitt ára degnum fyri russisku innrásini í Ukraina.

Zelenskyj: - Kann gerast ein triði heimsbardagi

- Um Kina fer í part við Russlandi í krígnum, verður hetta ein triði heimsbardagi, sigur ukrainski forsetin.

Amerikanski forsetin, Joe Biden, hevur verið á einari ófráboðaðari vitjan í ukrainska høvuðsstaðnum, Kyiv, í dag - bert fáar dagar fyri eitt ára degnum fyri russisku innrásini í Ukraina.

Forsetin í Ukraina, Volodomyr Zelenskyj, sum í morgun hevði vitjan av amerikanska forsetanum, Joe Biden, í Kyiv, ávarar í einari samrøðu við týsku ávísina Welt, um, at tað kann fáa katastrofalar avleiðingar, um Kina fer at samstarva við Russland.

 

- Um Kina fer í part við Russlandi í krígnum, verður hetta ein triði heimsbardagi, segði ukrainski forsetin. 

 

Sambært tíðindastovuni AFP hevur Kina funnist at USA um tað, tey rópa følsku uppáhaldini um, at Kina fer at lata Russlandi vápn.

 

Atfinningarnar úr Kina koma eftir, at uttanríkisráðharrin í USA, Antony Blinken, legði Kina undir at umhugsa at selja Russlandi vápn. Tað var í einari samrøðu í CSB-sendingini nevnd, Face The Nation, at uttanríkisráðharrin førdi hesi sjónarmið fram.

 

Wang Wenbin, sum er ein talsmaður hjá kinesiska uttanríkisráðnum, sigur sambært Reuters í dag, at viðurskiftini millum Kina og Russland viðkoma ikki USA.

 

- USA er ikki í einari støðu, har landið kann seta Kina krøv. Vit góðtaka ikki trýst ella atfinningar, segði kinesiski talsmaðurin.

 

Í dag er kinesiski toppsendimaðurin, Wang Yi, á vitjan í Moskva. Sambært Reuters sigur Kina, at samrøðurnar fara at snúgva seg um møguleikarnar fyri einari friðarætlan fyri Ukraina.

 

Amerikanski forsetin, Joe Biden, hevur verið á einari ófráboðaðari vitjan í ukrainska høvuðsstaðnum, Kyiv, í dag - bert fáar dagar fyri eitt ára degnum fyri russisku innrásini í Ukraina.

 

Ukrainski uttanríkisráðharrin, Dmytro Kuleba, sigur, at vitjanin hjá Joe Biden sendir eitt signal til Russlands um, at "eingin ræðist tykkum...", samstundis sum uttanríkisráðharrin rósar vitjanini og  sigur, at vitjanin er ein sigur fyri ukrainska fólkið og fyri forseta landsins, Volodymyr Zelenskiyj.

 

- Vitjanin er søgulig, legði Dmytro Kuleba aftrat.

 

 

 

Amerikanski forsetin, Joe Biden, hevur verið á einari ófráboðaðari vitjan í ukrainska høvuðsstaðnum, Kyiv, í dag - bert fáar dagar fyri eitt ára degnum fyri russisku innrásini í Ukraina.