Russland ger Evropa ótryggari

- Russiska álopskríggið í Ukraina hevur gjørt Evropa ótryggari, og trygdarstøðan í okkara nærøkjum er vorðin meira álvarslig, sigur norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre.

 

Í komandi viku verðu Norðurlandaráðið savnað í Íslandi, soleiðis sum In.fo hevur skrivað fyrr í dag.

 

Ukrainski forsetin, Volodmyr Zelenskyj, verður við sum gestur. Her verður høvi hjá norðurlendskum leiðarum at hitta ukrainska forsetan.

 

Millum tey, sum fara at hitta Volodmyr Zelenskyj, verður eitt nú norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre.

 

Norski forsætisráðharrin sigur, at fundurin við ukrainska forsetan vísir, at norski stuðulin til Ukraina í stríðnum móti russiska hersetingarvaldinum er tryggur og sterkur.

 

Tað at Norðurlandaráðið bjóðar Volodmyr Zelenskyj við, vísir norðurlendska stuðulin til Ukraina í bardaganum móti russisku kúganini.

 

- Russiska álopskríggið í Ukraina hevur skapt eitt ótryggari Evropa og eina meira álvarsliga trygdarstøðu í okkara nærøkjum, sigur Jonas Gahr Støre. 

 

Á norðurlandaráðsfundinum í Reykjavík týsdagin verður ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, gestarøðari.

 

Hetta skriva norskir miðlar í dag.