Zidane, Zlatan, Henry

Soleiðis sá topp-trý út hjá føroyska umboðnum, sum soleiðis er púrasta ósamdur við størsta partin av europeisku ítróttarmiðlunum

Síðani Føroyar komu upp í altjóða fótbóltsheimin, hava vit eisini átt eina atkvøðu í atkvøðugreiðsluni hjá France Football.
Tá gerast skuldi av, hvør skuldi eiga hesa atkvøðuna, fall valið á táverandi ítróttarskrivaran hjá Sosialinum, ið jú hevur drúgva siðvenju á ítróttarøkinum.
Og hóast hann síðani hevur havt onnur størv, so er tað framvegis Hilmar Jan Hansen, sum eigur føroysku atkvøðuna, tá ársins spælari skal finnast.

Valdi ikki Ronaldinho
Í atkvøðugreiðsluni var Hilmar Jan annars ikki samdur við bróðurpartin av europeisku starvsfeløgunum sínum, sum jú høvdu Ronaldinho sum fremsta valið. Ronaldinho var als ikki á føroyska atkvøðulistanum. Og heldur ikki Frank Lampard ella Steven Gerrard, sum annars gjørdust nummar tvey og trý, vóru á listanum.
Ovast á føroyska listanum stóð nevnliga Zinedine Zidane, og hóast hann av flestu serfrøðingunum verður hildin at vera farin framvið seinasta søludegi, so er Hilmar Jan púrasta ósamdur.
- Tað fær meg ikki at ivast. Hann er til eina hvørja tíð ein spælari, sum ger alt liðið betri, har hann spælir við, staðfestir føroyska umboðið.
Føroysku atkvøðurnar vóru annars býttar soleiðis:

1Zinedine Zidane (Real Madrid/Frakland)
2Zlatan Ibrahimovic (Juventus/Svøríki)
3Thierry Henry (Arsenal/Frakland)
4Gianlugi Buffon (Juventus/Italia)
5John Terry (Chelsea/Ongland)