Zlatan ella Ronaldo?

Tað er ikki pláss fyri bæði Zlatan Ibrahimovic og Cristiano Ronaldo í HM endaspælinum í 2014

Fyrr í dag var lutakast til sokallaður “play-off” dystirnar, sum skal avgera hvør av 2’arunum í bólkaspælinum í Evropa sleppur til HM endaspælið í Brasil. Her gjørdist greitt, at Svøríki skal spæla tveir dystir móti Portugal um at koma víðari. Tað merkir, at tað verður ikki pláss fyri bæði Zlatan Ibrahimovic og Cristiano Ronaldo.

 

Teir eru hvør í sínum lag millum teir bestu spælararnar í heiminum. Cristiano Ronaldo verður mettur sum tann besti saman við Lionel Messi, meðan Zlatan Ibrahimovic hevur verið umrøddur sum kanska tann besti, eftir Ronaldo og Messi.

 

Styrkilistin hjá altjóða fótbóltssamgonguni, FIFA, sigur at Portugal og Cristiano Ronaldo eru favorittar. Teir liggja nummar 14, meðan Zlatan Ibrahimovic og Svøríki eru á 25. plássi.

 

Portugal bleiv nummar tvey í sínum undankappingarbólki aftanfyri Russland. Svøríki, sum var í bólki saman við Føroyum, endaði átta stig aftanfyri Týsklandi.

 

HM endaspælið verður uttan eina heimsstjørnu, men hvør væntar tú verður vinnarin millum Zlatan og Ronaldo, og Portugal og Svøríki?

 

"Play-off" lutakastið:

Portugal - Svøríki

Ukraine - Frakland

Grikkaland - Rumenia

Ísland - Kroatia