Tá Inter og Manchester United spæla fyrru 1/8 finaluna í Champions League í kvøld, má verjan hjá Manchester United halda eitt serligt eyga við Zlatan Ibrahimovic, sum hevur skorað 10 mál í teimum seinastu 13 dystunum. Inter-venjarin, José Mourinho hevur so stórt álit á Zlatan, at hann hevur fingið fríar ræsur á vøllinum.
Zlatan hevur nógv gott at bera Mourinho: - Hann er ein av teimum bestu venjarunum eg havi havt, og hann brúkar seg ikki um mín serliga spælihátt. Sigur Zlatan til blaðið, FourFourTwo. - Hetta haldi eg verða høvuðsorsøkina til, at eg eri í ferð við at gjøgnumføra mítt besta kappingarár nakrantíð.
Zlatan metir Champions League hava størri týdning, enn heimligu italsku kappingina: - Um tú spyrt meg, hvat eg vil vinna hetta kappingarárið, so er eingin ivi um, at tað er Champions League. Eg havi longu vunnið fýra italsk meistaraheiti, men eg havi einki europeiskt heiti vunnið enn. Champions League er tann størsta kappingin ein kann vinna við einum felagsliði, og eg brenni eftir at vinna kappingina.
Tað ræðir ikki Zlatan, at Manchester United koyrir væl í Premier League: - Um tú vilt vinna Champions League, so mást tú eisini vinna á stórliðum, sum Manchester United. Undirstrikar Zlatan.