Zlatan ímóti barndómsfelagnum

Zlatan Ibrahimovic er rørdur um at sleppa at spæla ímóti barndómsfelagnum

Zlatan Ibrahimovic er størsta ítróttarhetjan í Svøríki. Í Malmö, har hann er uppvaksin, og ikki minst í barndómsfelagnum, Malmö FF hevur hann ein risastóran hetjustatus.

 

Og tað er ein rørdur Zlatan, sum saman við liði sínum Paris Saint Germain skal takast við Malmö FF á útivølli í annaðkvøld klokkan 19.45: - Tað kennist óveruligt fyri meg at skula spæla hendan dystin, segði Zlatan á tíðindafundi í dag. 

 

- Eg eri ikki fjálturstungin, og eg síggi fram til dystin ímóti Malmö FF. Tað verður ein spennandi dystur. Eg spæli fyri Paris Saint Germain á "mínum" heimavølli. Eg havi eina ótrúliga góða kenslu, og hetta er "prikkurin yvir i-num" á mínari yrkisleið. Yrkisleiðin hjá mær hevur verið eitt ævintýr, og eg ætli mær at njóta løtuna, fortaldi Zlatan tíðindafólkunum.

 

Zlatan hevur leigað høvuðstorgið í Malmö, so øll í býnum fáa møguleikan at fylgja við dystinum: - Eg vil hava, at øll fáa ein møguleika at síggja hendan dystin, og eg ætli, at hetta skal verða eitt minnið fyri lívið. Eg vil hava, at øll skulu uppliva tað á sama hátt, sum eg. Tey skulu aftaná dystin kunna siga, at tey fingu møguleikan at síggja dystin, tí eg elski veruliga hendan býin,  segði Zlatan um stóru fólkaveitsluna, sum verður í heimbýi hansara, har hann sjálvur hevur syrgt fyri stórskíggja á høvuðstorginum í Malmö við pengum úr egnum lumma.