Zlatan: Liðfelagarnir hjá Messi eru nakrar standmyndir

Zlatan Ibrahimovic heldur lítið um liðfelagarnar hjá Lionel Messi í Inter Miami

Ígjár vóru Lionel Messi og liðfelagarnir í Inter Miami fyri stórtapi 0-4 móti Paris Saint Germain í áttandapartsfinaluni í HM-endaspælinum fyri felagslið. Longu í steðginum var PSG frammanfyri 4-0.

 

Tað píndi gomlu svensku fótbóltsstjørnuna, Zlatan Ibrahimovic at síggja Lionel Messi og hansara liðfelagar fáa bank.

 

Sambært svenska Aftonbladet sigur ein bersøgin Zlatan um liðfelagarnar hjá Messi: - Hevur tú sæð liðið? Liðfelagarnir hjá Messi eru nakrar standmyndir. Hatta eru so ikki liðfelagar Messi hevur. Um Messi hevði spælt við einum veruliga góðum liði sum PSG ella Manchester City, so hevði tú sæð eina veruliga leyvu. Messi er umgyrdur av leikarum, ið síggja út sum teir bera uppá sementsekkir. Hetta er ikki tann Messi eg kenni. Hann sær út sum eitt spøkilsi í einum sirkusi. Sigur ein ógvuliga bersøgin Zlatan.