ZORRO - hin grýluklæddi hevnarin

Nýggjur filmur um hin djarva Zorro verður frumframførdur í Havnar Bio komandi fríggjadag

Maskumannin Zorro munnu flestu dreingjasálir kenna.

Komandi fríggjakvøld verður frumframførsla av nýggja Zorrofilminum í Havnar Bio.

Zorro er hin grýluklædda hetjan við svørðinum, pískinum og tí víðagitna Z?inum, ið nú kemur aftur til á løriftið við so frægum sjónleikara sum Anthony Hopkins sum tann aldrandi Zorra og Antonio Banderas í leiklutinum sum næmingur og arvtakari hansara.

Hesin filmur ein ein stórsligin romantisk ævintýrfrásøgn um kærleika og æru, tap og sigur, og hendingarnar fara fram undir stríðnum í Mexico, sum berjist fyri frælsi undan spanska jarnnevanum. Men hetta er eisini ein spennandi og stuttlig frásøgn um, hvussu ein friðleysur skálkur - hvørs kunnleiki til svørðið er, at »tann spíski endin skal inn í ein annan mann« - umskapast til eina hetju.

Tað eru liðin 20 ár síðani Don Diego de la Vega (Anthony Hopkins) niðurbardi sponsku kúgararnar í Kalifornia í skapi sum sagnarkenda og romantiska hetjan Zorro.

Eftir at hava sitið í fangatippi í tvey áratíggju, noyðist hann nú at finna eftirmann sín fyri at steðga fyrrverandi spanska guvernørinum í Ovara Kalifornia, Don Rafael Montero (Stuart Wilson).

Montero tók frælsið bæði frá de la Veg, konu hansara Esperanza (Julietta Rosen) og dótturini Elenu (Catherine Zeta-Jones) og hevur nú ætlanir um at keypa Kalifornia frá forseta Mexico, general Santa Anna. Alejandro Murrieta (Angonio Banderas), ein bandittur við eini ivasamari fortíð, verður broyttur av Don Diego til ein nýggjan Zorro, sum hann vónar, fer at hjálpa við at forpurra ætlanirnar hjá Montero.

Filmurin fylgir nýggja Zorro, tá hann tekur yvir kápuna hjá de la Vega og so smátt mennir eitt romantiskt forhold til eina kvinnu, ið eigur stórt pláss í hjarta undanmanni hansara.

Filmurin er grundaður á persónin í skaldsøguni hjá Johnston McCulley frá 1919. McCulley fann upp á Zorro, sum er tað spanska orðið fyri rev, við at blanda skaldsøgufigurin Den Røde Pimpernel við eyðkendar veruligar pesónar sum tann kaliforniska brotsmannin Joaqin Murrieta.

Figururin Zorro, tann djarvi og riddaraliga ungi maðurin, ið stríðist móti órætti og verjir tey veikur og kúgaðu, hevur soleiðis fest seg í sinnið hjá ungum sum eldri. Hann er eisini tulkaður rættuliga ymiskt, síðan John McCulley skapti hann, men hetta er fyrstu fer í meira enn 40 ár, at Zorro er við eini eini størri Hollywoodframleiðslu, væl hjálptur av Amblin Entertainment hjá Steven Spielberg.

Í samstarvi við Steven Spielberg var semja um, at tey ikki skuldu royna at eftirlíkna fyrru filmunum um Zorro um óskyldugheit og dirvi, men heldur royna at fáa tað søguliga fram.

Hóast Zorro er grundaður á vælkenda figurin, er hann øðrvísi .

? Okkara Zorro er ikki sonur ein aðalsmann, sigur filmsleikstjórin Martin Campell.

? Okkara søga liggur tættari á einum Merlin/Kong Arthur-viðurskifti, har ein eldri Zorro lærir tann yngra mannil til eftirmann sín.

? Zorro er tann perfekta hetjan, ger Campell vart við.

? Sæð út frá einum moralskum sjónarhorni, so drepur hann ikki so nógvar skálkar sum gjørligt - hann ber so í bandi, at teir ikki megna at berjast - teir verða eyðmýktir á tann hátt, sigur hann.

? Eg haldi tað vera áhugavert aftur at fáa Zorro á løriftið - í hesum tíðum, har allir filmar eru á tremur við »special effects«, so kunnu vit kortini uppliva Zorro sum nakað ? ja, nýtt, sigur Campell.

Høvuðsleiklutin sum eftirmaður Zorro hevur tann spansktføddi Antonio Banders, sum fekk sítt gjøgnumbrot í Pedro Almodovar-filmunum »Kvinder på randen af nervøst sammenbrud« og »Bind mig, elsk mig«. amerikanska filmsdebut hansara var í 1992 í filminum »The Mambo Kings«, og síðani hevur hann spælt við í m. a. »Philadelphia«, »Desperado«, »Four Rooms« og »Evita«, har hann varð nomineraður til eina Golden Globe-heiðursløn fyri leiklutin sum besti sjónleikari.