Zuma framvegis skuldsettur

Ein dómstólur í Suðurafrika staðfesti í gjár, at Jacob Zuma, sum ætlandi fer at vinna forsetavalið seinni í ár, framvegis er skuldsettur fyri svik. Zuma hevur í fleiri ár stríðst ímóti skuldseting um svik í teirri tíðini, tá hann var varaforseti. Í fjør eydnaðist tað honum at fáa ein dómstól at leggja málið til viks, men við úrskurðinum í gjár er hann framvegis skuldsettur, skrivar Reuters. Avgerðin ávirkar tó ikki uppstilling hansara til forsetavalið, og hann hevur eisini møguleikan at biðja grundlógardómstólin leggja málið til viks.