er, hvat blaðfólkini skriva, hvussu dugnalig tey eru, og hvussu tað verður sett upp, og hvar tað kemur at standa, og hvønn tey velja at tosa við og um hvat. Nakað heilt annað er um ein vanligur borgari [...] tað tað, sum alt stendur og fellur við, um bløðini royna at lýsa dagsins mál, sum nerta við tað politiska, og tey eru mong, óheft. Í hesum árinum hevur Dimmalætting havt sakliga og upplýsandi grein um tvey [...] millum flokkarnar og bløðini fyri nógvum árum síðani vorðið søga. Partapolitikkurin hvarv úr teimum, men tey stóru málini, ið uppi vóru í tíðini tóku teir partí fyri, t. d. ES (EEC, EF og EU, áhugaverdar
gjøgnumganga og endurskoða mannagongdirnar innan fíggjarøkið, herundir eisini dagføra. ? Viðvíkjandi uppgerð av vørugoymsluni við árslok 1997 er staðfest ókurans og svinn uppá 4,7 mió.kr., og víst verður [...] manglandi og illa skipaðar leypandi uppteljingar og gjøgnumgongdir fyri ókurans. Mælt verður til, at goymslufunktiónin verður endurskoðað, soleiðis at goymsluskrásetingin verður neyvari og dagførd til [...] til eina og hvørja tíð. Víst verður á fleiri veikleikar viðvíkjandi skráseting av inn- og útgjaldingum. Helst orsakað av skeivum bókingum og skeivum dagfestingum standa fleiri kassakonti í minus við árslok
filmurin, »Shadowlands«, um kærleika og sjúku var leikstjórnaður av Richard Attenborough og hevði Anthony Hopkins og Debra Winger í høvuðsleiklutunum. Gívurin og heksirnar Sjálvur las eg sum tólv ára [...] avmarka viðgerðina til Narnia-bókina og »Heksirnar«. Hesar bøkur eru um somu tíð líkar og stak ólíkar, og tað er áhugavert at eftirkanna í hvørjum tær bregða frá og í hvørjum ikki. Tær føroysku týðingarnar [...] »Ljónið, gívurin og klædnaskápið« er undirhaldandi og áhugaverd á fleiri stigum, og vaksnir lesarar seta ivaleyst prís upp á teir filosofisku hugkveikjararnar, sum koma fyri her og har. Tað ber ikki altíð
dystir eftir, og tí sær tað út til, at silvurið og bronsan endað í Klaksvík og í Havn. At gullið fer til Kyndil, er tað neyvan nakar, sum ivast í. Tað gekk javnt á allan fyrra hálvleik. og munurin var ongantíð [...] frammanfyri, men so kom VÍF upp á bæði 8-6 og 9-7, tó uttan at sleppa frá Neistanum. Fyrri hálvleikur endaði 13-13. Heimaliðið byrjaði eisini betur í seinna hálvleiki og kom upp á 16-13, men Neistin svaraði [...] i í fjør, og nú kappingin líður móti endanum, sær út til, at Neistakvinnur aftur í ár fáa onkran slag av málmi um hálsin, antin silvur ella bronsu. Mikukvøldið bjóðaði VÍF av í Vestmanna, og her endaði
til hvassan vind av útsynningi og regn meginpartin av degnum. Hitin kemur upp í 6 til 8 stig. Veðrið týsdagin og mikudagin: Upp í stívt andøvsgul av útsynningi og regn av og á. Sum frálíður veksur hann vindin [...] vindin til hvassan vind av landsynningi og samregn. Hitin millum 5 og 7 stig. Í gjár: Eitt lágtrýst sunnanfyri Ísland fer í ein landnyrðing skamt vestanfyri Føroyar. Í dag: Mánadagin kemur væntandi eitt [...] ælingur. Hitin millum 3 og 6 stig. Veðrið sunnudagin: Gul til stívt andøvsgul av suðri, út á dagin snarar hann í útsynning. Sólglottar, men eisini okkurt ælið. Hitin millum 2 og 5 stig. Veðrið mánadagin:
eina góða tænastu, og sum við motiveraðum starvsfólkum, økir um kunneikan og vitanina í samfelagnum. Skal eitt virki rekast væl, er neyðugt at leiðsla og starvsfólk hava sama endamál, og at virðing er fyri [...] 1998 er 4,7%, var svarið, at prístalið eri ikki eftirfarandi og tí brúkar fíggjarmálaráðharrin somu tøl sum OECD. Prísvøksturin í OECD-londum og prísvøksturin í Føroyum kunnu ikki sammetast, og fíggjarm [...] laga sín politkk eftir ynskinum um at fasthalda og útvega góð og dugnalig starvsfólk við stórum virkisføri, og at løna teimum eftir arbeiðsuppgávum, ábyrgd og eftirspurningi. Starvsmannafelagið tann 12 mars
Ivansdóttir Gærdbo og Bárður J. Johannesen, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 51 cm. long og vigaði 3300 gr. 1. mars fingu Marjun og Erling Petersen, Klaksvík, eina dóttur. Hon var 54 cm. long og vigaði 3900 gr [...] Gamarra Vargas og Bogi Eliasen, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 52 cm. long og vigaði 3690 gr. 2. mars fingu Vagna Højbjerg og Øssur Sørensen, Tórshavn, ein son. Hann var 54 cm. langur og vigaði 3625 gr [...] fingu Joan Jacobsen og Regin Nielsen, Vestmanna, eina dóttur. Hon var 56 cm. long og vigaði 4050 gr. 4. mars fingu Karolina og Emil Simonsen, Sandur, eina dóttur. Hon var 55 cm. long og vigaði 4145 gr. 5
mentunarlívið. Og hóast restin av landinum lá í andaleypi royndi hann, við at bjóða eitt mentunartilboð fyri og annað eftir, at fáa føroyingar at venda eyguni frá kreppuni eina løtu og vísa okkum og umheiminum [...] staðið illa til, og at fá tiltøk verið. Tí sá eg tað sum eina uppgáva at halda hýrinum á fólki uppi og at skapa nøkur áhugaverd tilboð og tiltøk. Tiltøk, sum skuldu vísa bæði útlendingum og føroyingum, at [...] duga og tjena nøkur oyru. Tiltakið Føroysk Dansinátt í juli mánað tóku vit stig til og tað var sera væl umtókt. Vit góvu út fýra ársbøkur við greinum um føroyskt og norðurlendskt mentunarlív, og hetta
hugsa sær. Bæði Marita Petersen og Eilif Samuelsen eru lærarar og fyrrverandi formenn í Føroya Lærarafelag. Hví var tað bara Signar á Brúnni, sum skilti vanliga læraran og skúlaleiðslurnar? Hví var tað bara [...] ein taktiskan máta, og á tann hátt stuðla teimum meira. At seta seg nú at vurdera, hvat meira kundi verið gjørt tá, tænir ongum endamáli. Yrkisfelagið helt á, stóð fast við sítt, og megnaði at fáa sína [...] flokki til og við 10. flokk. Tað undrar meg, at nevndin í Føroya Lærarafelag ikki tók tráðin upp, tá Yrkisfelagið hevði vunnið sítt stríð. Fólkaskúlalógin setur bara hægstamark fyri næmingatali í 1.-7. flokkunum
fáa skil á spælið og verjuna hjá sær. Kyndlaverjan dekkaði øgiliga flatt fyrstu løtuna av dystinum, og hetta gav sterku skjúttunum hjá VÍF ivaleyst av rásarúmi til at fara upp frá og plaserað skotini, [...] tí tá ið Rúni hevði brent fyri Kyndil, og vestmenningar fóru í skjótálop, rendu teir báðir, Jacob Jónsson og Oyvindur Brimnes, høvdini saman á miðjum vølli, og stoyturin var rættuliga ógvusligur. Oyvindur [...] Óteljandi ferðir hevur høllin í Vestmanna kókað, tá ið hon hevur verið karmur um dyst millum VÍF og Kyndil, og dysturin millum liðini sunnudagin var heldur einki undantak. Tað er trupult at ímynda sær, hvussu