Eru bløðini óheft?

Skjótt gongur tíðin, tað er longu 20 ár síðan, at Sosialurin fekk navnabroyting til Tíðindablaðið Sosialurin.

Tá høvdu teir longu roynt at menna blaðið til eitt tíðindablað.

Nógv vóru tá langt síðan móð av teimum partapolitisku bløðunum, og teirra ævinligu kjaftasliti. Nú keypa flokkarnir sær blaðrúmd í bløðunum upp undir val.

Í hinum Norðurlondunum var sambandið tá millum flokkarnar og bløðini fyri nógvum árum síðani vorðið søga.

Partapolitikkurin hvarv úr teimum, men tey stóru málini, ið uppi vóru í tíðini tóku teir partí fyri, t.d. ES (EEC, EF og EU, áhugaverdar navnabroytingar).

Herfyri setti Gunnar Skúvadal í útvarpinum ljósið á tey bæði bløðini, ið eftir eru. Hetta var ein sera viðkomandi sending, ið hann skal takkast fyri.

Sjálvandi hildu báðir blaðstjórarnir, at teirra blað var óheft.

Men um tú tosar við fólk, ivast tey ikki í, at bløðini hava hvør sín klepp um hálsin ella liggja fyri hvør sínum akkeri. Javnaðarflokkurin eigur Tíðindablaðið Sosialin og sambandið er Dimmalætting í kjøti borið.

Sjálvsagt er hetta ikki allur sannleikin, tí nógv mál verða umrøtt í báðum bløðunum, sum einki hava við partapolitikkin at gera, men so er tað tað, sum alt stendur og fellur við, um bløðini royna at lýsa dagsins mál, sum nerta við tað politiska, og tey eru mong, óheft.

Í hesum árinum hevur Dimmalætting havt sakliga og upplýsandi grein um tvey eym mál, Landsverkfrøðingin og Frøjanes, skrivað av blaðstjóranum sjálvum, men tá hann skrivaði um verjuskipið, datt hann í partapolitisku grøvina.

Hetta landsstýrið hevur sett sær fyri at fáa skil á viðurskiftunum við Danmark. Hesum arbeiði tekur ein meiriluti av fólkinum undir við, men bæði bløðini eru samd um at vera ímóti tí. Í so gott sum hvørjum Sosiali sær tú orðið FULLVELDI og altíð við niðursetandi umtalu. Tú skalt ikki ivast í tí, at hatta orðið er eitt ljótt orð. Ájavnt orðum sum rasisma, kommunisma o.s.f.r. So løgið tað ljóðar liggur Sosialurin klárt á odda her í síni ágangandi herferð.

Havi altíð hildið tað vera barnsligt at hótta við ikki at halda eitt blað, tí tú viðhvørt ert ósamdur við tað, sum stendur í tí, men tað hava verið bløð, sum eg ikki havi tímað at lisið, og onnur bløð tú til tíðir bara hevur skeitt í. Annars havi eg altíð hildið, at tað var sera umráðandi at hava góð bløð, og havi enn livað í vónini, at tað gongur hóast alt framá. Eitt er, hvat blaðfólkini skriva, hvussu dugnalig tey eru, og hvussu tað verður sett upp, og hvar tað kemur at standa, og hvønn tey velja at tosa við og um hvat. Nakað heilt annað er um ein vanligur borgari, kennur seg vælkomnan av bløðunum, um tað skrivaða ikki fellur í góða jørð hjá leiðsluni.

Eg skal geva bara eitt dømi frá hesum árinum, so kann lesarin sjálvur døma. 15.2.99 sendi eg báðum bløðunum yrkingina KÍLIN.

Sosialurin prentaði hana 25.2. á síðu 14 á minst møguligum plássi. Hevði skrivað 15.2.99 niðriundir navninum, tað er gott viðhvørt, men tað høvdu teir slettað.

Tá ið yrkingin ikki var prentað í Dimmalætting 27.2., sendi eg hana aftur, tí kanska var brævið ella hon misfarist, tað kann koma fyri hóast alt. Tá kom hon í 3.3.99, hampuliga uppsett á jøvnum føti við aðrar yrkingar. Teir høvdu ikki strikað dagfestingina.

Í yrkingini HVÍ frá 1970, ein prosayrking við 50 spurningum er ein setningur: »Hví er sensurur í Føroyum?«

Segði hetta fyri skilagóðum fólki um 30 ár, sum hevði lisið yrkingina: »Fá tær síðu á internetinum, gevst at skriva í bløðunum«. Eg hvakk við. Tað eru bara 4 ár síðan, eg fekk teldu, um 4 ár, hvat tá? Eg ásanni nú, at bløðini kappast ikki bara við hvønn annan, men sanniliga við tíðina. Fert tú um 5 ár at gjalda 2000 kr. fyri tey bæði bløðini. Stendur so nógv viðkomandi í teimum tá? Har afturat mennast Útvarpið og Sjónvarpið alsamt.


Steinbjørn B. Jacobsen

7.3.99