toski. - Vit settu 35 stampar, og eg rokni við veiðan liggur um 4000 pund, metir skiparin, Kristin Hansen sum upprunaliga er nólsoyingur, men sum hevur búð á Argjum meginpartin av lívi sínum. Vánaligt [...] ísi verða settir á bryggjuna, og so byrjar sjálv uppskipingin. Ein trukkur við krókum verður brúktur at hiva kassarnar í land. So hvørt sum teir koma í land, fer tann eini av manningini eftir meiri ísi [...] Kristin Hansen umborð á Kristu Mariu - ein sjógóður útróðrarbátur við góðari maskinorku Mynd: Jens Kristian Vang (landing 2) Tey 4100 pundini rúmaðust í átta kassum, sum her verða hivaðir í land Mynd: Jens
Búnaðarstovuna um at keypa jørðina og tað er Búnaðarstovan sinnað til. Men tað er bara ein lítil partur av ognini, sum liggur í sethúsaøki. Á hesum partinum er pláss fyri níggju grundstykkjum og tey kunnu útvegast [...] grundstykkjunum viðvíkur, eru tey í einum øki, sum ikki er bústaðarøki og tískil skal byggisamtyktin broytast áðrenn tað ber til at byggja, men tað er ein tilgongd býráðið fer undir nú. Ringt at fáa jørð [...] partinum av Hamrabønum er pláss fyri 14 grundstykkjum afturat, men at broyta byggisamtyktina er ein drúgv tilgongd, sum tekur fleiri mánaðir. Fólk rýma Á býráðsfundinum varð upplýst, at stórur tørvur er á gru
síðan tað var uppi at venda. Hóast heimildin at lýsa kunngerðina liggur hjá landssýrismanninum í fíggjarmálum, er tað vinnumálaráðið, sum varðar av vinnuni, og tí hava tey arbeitt við málinum líka síðan [...] kunngerðin kemur í gildi. Tað er ikki so nógv annað eg fái gjørt við málið, tí heimildin at hetta er ein heimild, sum landsstýrismaðurin hevur, og tað fái eg so ikki gjørt so nógv við. Men eg havi heitt á Karsten [...] fleiri háttir. Til ber at argumentera við at hetta er eitt heilsugott átak, samstundis sum hetta eisini kann verða ein háttur at fáa eyka inntøkur í landskassan. - Tað ber til at argumentera við heilsugóðum
Astrid fingið Einar Petersen. Geva tí ein kjans Astrid, sum nógv óivað kenna sum listafólk, Hon er útbúgvin fólkaskúlalærari, og hevur hon ikki tær nógvu royndirnar sum handilsfólk. Og vitanin um ull er heldur [...] nøkur lomb, sum koma rennandi, tá rópt verður sirri í Nørregade í Århus. Í einari av teimum mest rokaðu gøtunum í Århus hevur føroyska ullavirkið Sirri latið upp handil. Grannarnir eru ikki sum í Vági ella [...] ella í Gongini - men ullin er eins føroysk. Ullavirkið í Vági hevur flutt eintøk av teimum flestu av teirra modellum í vøruskránni niður til Århus. Soleiðis at danir og ferðafólk í Århus kunnu finna nógv
tíðina, sum hava dálkað Havnarvág illa. Ein høvuðskloakk Feskasta dømi um umhvørvisdálking í miðstaðarøkinum var hósmorgunin, tá gongubreytin í Vágsbotni fleyt í óhumsku. Helst var orsøkin ein feilur í [...] Vágsbotn. Tað skal gravast ein stór nýggj kloakkleið millum húsini og keiina, sum skal savna øll átta frárenslini í eina høvuðskloakk. Kloakkskipanin verður útgjørd við einari pumpu, sum skal pumpa mannatrekkin [...] og tískil er sera torført at umvæla, um trupulleikar íkoma. Kloakkskipanin er býtt í átta frárensl, sum øll renna út í Vágsbotn. Á Tórshavnar Býráð hava tey leingi verið varug við støðuna á Vestaruvág, og
áskoðarunum sum undirhald. VB hevði fleiri málmøguleikar enn gestirnir, og í fyrra hálvleiki endaði ein skallari á stongini, men hepnið var ikki við vágbingum ta ferðina. Kulic skorar Milan Kulic, sum skoraði [...] fær bóltin á miðjum vølli, men verður takklaður aftanifrá av Predrag, sum kemur stormandi inn í Magna. Ein sera ljót takkling, sum jugoslavin fekk beinleiðis reytt kort fyri. Magni gerst so illur um t [...] aftur eitt mál hesuferð. Tá umleið ein tími var farin, fekk VB fríspark uttanfyri brotsteigin. Milan Kulic skeyt flatt móti málinum, og bólturin bar við Ronnie Samuelsen, sum stóð í múrinum. Gunnar á Steig
hann frá. Men Tórbjørn Jacobsen, sum kann gerast avgerandi 17. løgtingsmaðurin í hesum máli, vil altso ikki siga, hvørt hann hevði atkvøtt fyri einum uppskoti um misáliti, sum kann fella landsstýrismannin [...] avleiðingar av málinum sjálvur. ? Eg eri ikki løgfrøðingur, men soleiðis sum Turið Debes Hentze byggir málið upp, so er niðurstøðan røtt. Tá ein kanning av hesum slagi er gjørd, so má handlast, antin tað er positivt [...] ikki siga nakað beinleiðis um, hvørt landsstýrismaðurin við fiskimálum eigur at fara frá, eftir at ein kanning hevur staðfest, at feilir eru gjørdir í hansara umsiting, ið hava sett almennan pening í óneyðugan
tóku Graham og Anne eina stóra avgerð, sum tey ikki hava angrað síðani. Tey seldu húsini, sum tey áttu í enska býnum, Plymouth, og ístaðin keyptu tey sær ein bát, sum hevur verið teirra heim meginpartin av [...] hevur ein útlendskur bátur ligið við kai í Klaksvík. Umborð eru eini ensk hjún ? hann er lækni, hon er radiografur ? sum eru strandað í Føroyum, eftir at bátur teirra fekk skaða í illveðri í ein útnyðring [...] tey stóru seglini, og vit hava bara ein lítlan motor, sum ikki hevði klárað at siglt ímóti nógva vindinum, greiðir Anne Evans frá. ? Vit vóru noydd at fara hagar, sum vindurin tók okkum, og vit høvdu einar
VB hevur ein sera sterkan leikara í Daivu Tuomaite. Una ásannar eisini, at Daiva er ein góður leikari, men hon væntar eisini, at aðrir leikarar hjá VB kunnu geva trupulleikar. - Daiva er ein ótrúliga góður [...] fyri tær, so hetta er eisini ein leikari, sum vit mugu ansa eftir. Una leggur afturat, at málmenninir helst fara at fáa ein stóran leiklut í dystinum, men at teirra avrik eisini fer at ávirkast av verjuspælinum [...] Stjørnuni verið góð. Tær hava verið mest sum fastur fúsur í steypafinaluni hjá kvinnum seinnu árini, og í ár er einki undantak í so máta. Hesaferð er tað VB, sum bíðar í finaluni, og Stjørnan má undan dystinum
At ein kjarnorkurikin kavbátur nú skal koma til kai í Føroyum, er nakað heilt nýtt, sum ikki er hent áður. Tað er USA, sum hevur vent sær til avvarðandi myndugleikarnar við fyrispurningi um at koma at [...] at man tekur ímóti hernaðarførum. Talan er sum skilst ikki um manningaskifti, sum hevur verið orsøkin til aðrar kavbátavitjanir áður. Tað er altso bert ein diplomatisk vitjan, har amerikanski sendiharrin [...] rikið brennievni, meðan tað liggur her, sigur Høgni Hoydal. Hvør kavbáturin er, vita vit enn ikki, men tað verður upplýst, tá vitjanin nærkast. Men sum in.fo skilir, er talan um ein stóran kavbát - møguliga