Hoydal um kavbátavitjan: – Tað er skilagott at siga ja við USA

– Vit halda tað vera prinsipielt, at man tekur ímóti hernaðarførum, sigur Høgni Hoyda, landsstýrismaður í uttanríkismálum, nú ein stórur amerikanskur kavbátur kemur á Oyrareingir mánadagin. Hann kann ikki útiloka, at hetta ikki er síðstu ferð, og serlig tilbúgving verður sett í verk.

At ein kjarnorkurikin kavbátur nú skal koma til kai í Føroyum, er nakað heilt nýtt, sum ikki er hent áður.

 

Tað er USA, sum hevur vent sær til avvarðandi myndugleikarnar við fyrispurningi um at koma at kai.

 

Hví hava tit sagt ja til tað?

 

– Vit síggja ikki stóran mun á, at teir skifa manning á fjørinum, ella um teir koma at kai, sigur Høgni Hoydal og vísir á aðrar orsøkir til at ganga amerikanska ynskinum á møti, sigur landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, Høgni Hoydal.

 

– Tað er eisini skilagott, tí vit ynskja jú eitt betri forhold til NATO og diplomatiskt samstarv við USA. Tað kann hetta vera við til. Hetta er sostatt ein liður í at hava okkara egnu rødd og taka egnar avgerðir, umframt at fáa opinleika um tað. Vit vilja hava beinleiðis samskifti um hernaðarvirksemið um okkara leiðir, sigur hann. 

 

– Eisini halda vit tað vera prinsipielt, at man tekur ímóti hernaðarførum. 

 

Talan er sum skilst ikki um manningaskifti, sum hevur verið orsøkin til aðrar kavbátavitjanir áður. Tað er altso bert ein diplomatisk vitjan, har amerikanski sendiharrin í Keypmannahavn, Alan Leventhal eisini luttekur - tað verður altso gjørt nógv burturúr.

 

Í fjør var amerikanski sendimaðurin eisini í Føroyum, tá fjølmiðlar og politiska skipanin var bjóðað umborð á ein kavbát í Nólsoyarfirði. Hví verður so nógv gjørt burturúr kavbátavitjanini einaferð aftrat?

 

– Tí hetta er fyrstu ferð, at ein kavbátur kemur í havn. 

 

Vil tað so eisini siga, at hetta ikki er síðstu ferð? 

 

– Tað vita vit ikki. Nú fokusera vit upp á at byggja upp okkara samstarv við NATO, sigur Høgni Hoydal.

 

Landsstýrismaðurin viðurkennir, at hetta er nakað nýtt og ein stór broyting í mun til áðrenn, tá kavbátarnir "bara" lógu í fjørðunum.

 

– Hetta er prinsipielt. Tí hava vit eisini verið í uttanlandsnevndini og ráðført okkum um hesa serligu vitjanina, sigur hann tó uttan at nevna nakað um, at tað eisini samtykkjast av løgtinginum.

 

Alan Leventhal skal eisini fundast við eitt nú Høgna Hoydal og løgmann, Aksel V. Johannesen.

 

LES EISINI: Fyri fyrstu ferð: Stórur kjarnorkurikin kavbátur skal leggja at kai í Føroyum

 

Serlig tilbúgving

 

Í sambandi við vitjanina hevur Arbeiðs- og Brunaeftirlitið eisini arbeitt við at skipa eina serliga tilbúgving við mátingum og øðrum, sum skal tryggja, at einki óvanligt fer fram við brúk av kjarnorku, tá hann kemur til kai.

 

– Tað er fyri at binda um heilan fingur.

 

Eisini skal verjuskipið Brimil fylgja kavbátinum, tá hann nærkast.

 

Hví skal tað annars vera á Oyrareingjum?

 

– Bryggjan á Oyrareingjum hóskar seg best við dýbd og landsstreymi og øðrum. Farið skal hava landsstreym, so tað ikki brúkar kjarrorku rikið brennievni, meðan tað liggur her, sigur Høgni Hoydal.

 

Hvør kavbáturin er, vita vit enn ikki, men tað verður upplýst, tá vitjanin nærkast. Men sum in.fo skilir, er talan um ein stóran kavbát - møguliga av Ohio-klassanum, eins og hesin USS Georgia:

 

##med2##