komna fyrr enn nú møguleiki var at koma í henda bólkin. Hann sigur, at teir eru sera sterkir tekniskt, og tað at Amoco var tað felagið, sum fann flest nýggjar oljukeldur í bæði 95 og 96 sigur kanska heldur [...] um dagarnar var so eitt av hesum samtøkunum broytt. Tað er sokallaði Finabólkurin, sum, eisini danska oljufelagið Mærsk Olie og Gas er partur av. Hitt felagið í bólkinum er Deminex. Í fjør var eisini enn
eina viku frí uttan løn í 92, er uppsøgd av Yrkisfelagnum í sambandi við sáttmálasamráðingarnar í 97. 1/5 97 skrivaði »LØNARDEILDIN« (Tummas Magnussen) til Yrkisfelagið m.a., at: »Hervið verður váttað, at [...] landsstýrið ætlanir um at hækka næmingatalið í hvørjum flokki. Tað var júst tí, vit løgdu dent á ikki bara at hava siðvenju (sum mær vitandi altíð var hægst 24 í studentaskúlanum), men eisini eina skrivliga avtalu [...] huga«. Tá Eilif ikki boðaði okkum til fundar í góðari tíð, var tað ivaleyst fyri at seta okkum knívin á barkan til jóla. At hann longu í august 97 visti av, at hann eisini fór at bróta sína egnu kunngerð
1997 var farið aftur um bak. Men hetta hevur sína frágreiðing. Doyðurin hevur nevniliga verið lagdur á, at leggja bókaheitini inn á eina telduskipan. Hetta hevði m.a. við sær, at landsbókasavnið var afturlatið [...] vikurnar í fjør summar vórðu ikki minni enn umleið 60.000 heitir løgd inn á telduskránna. Framman undan var nakað lagt inn, so í dag eru eini 70.000 heiti av teimum 130.000 inni á telduskránni. Nógva vitjan [...] á landsbókasavninum, tí so kundi ein betri heildarmynd fingist av, hvussu stór vitjanin á savninum var um árið. Mest yrkisbøkur Men hvat lána fólk so yvirhøvur? Jú, fyrst og fremst má sigast, at tað eru
Laudrup var blaðungur, spældi hann í KB, har John Cramer, sáli, sum seinni vandi B68, var venjari, og í Brøndby, har pápin, Finn Laudrup, var í nevndini, og har mammubeiggin, Ebbe Skovdal, var og er venjari [...] Danmark hittust í omanfyri nevndu undankapping var úrslitið í Parkini í Keypmannahavn 10. oktobur í 1990 4-1, og Michael Laudrup skoraði tvey mál og var nógv besti danski spælarin. Tá liðini møttust í [...] 25. septembur í 1991, vann Danmark 4-0, men tá var Michael Laudrup ikki við. Hann ynskti ikki at spæla á landsliðnum fyrr enn Richard Møller Nielsen var farin frá sum venjari, men seinni ? eftir at Richard
millión. Tá Malta var á Svangaskarði 8. juni var áskoðarafjøldin metstór, 6.642, og tað er størsta orsøkin til góðu framgongdina á hesum posti, sjálvt um dystartalið var lægri, enn tað var árið frammanundan [...] úrslitið av øllum virkseminum hjá FSF í 1997 var eitt hall upp á 231.834 krónur, og av hesum áttu unglingalandsliðini 950.377 krónur. U-16 landsliðið var í kapping í Fraklandi á páskum, í NM í Finnlandi [...] Árið frammanundan vóru pengar eisini fluttir úr hesum grunninum. Tá var talan um 379 túsund krónur. Landskassastuðulin til henda grunnin var bæði árini trý hundrað túsund krónur. Í kassan Inntøkurnar hjá FSF
framman fyri allan dystin. Fyrri hálvleikur gekk javnt á, men móti endanum slapp VB sær frá 7-7 upp á 10-7 og hálvleiksstøðuna 11-8. Munurin helt sær allan seinna hálvleik, og VB kom við sigrinum upp á fjórða [...] tveir fyrstu dystir móti hinum báðum botnliðunum og hevur tapt teir báðar. Besti málskjútti hjá VB var Sólrun Krosslá, sum gjørdi 10 mál, og hjá Stjørnuni skeyt Simona Hansen sjey mál.
Poppy. Triði bilurin var eisini ein Standard Vangaurd, Fø 347 (mynd 4). Hetta er í 1955. Petur Háberg og Rósing Rasmussen høvdu bilsøluna Norrøna (Jens Chr. Christiansen, Kissa var eisini við). Teir umboðaðu [...] eisini kallaður »det flyvende tæppe«. Hann var reyður og hvítur. Bilurin við nummarinum Fø 64 (bilurin í miðjuni) er ein Vauxhall Cresta árgang umleið 1957. Hesin var myrkt bláur og hvítur. Tann innasti bilurin [...] Fyrsti bilurin var ein Morris Oxford. Hann hevði nummarið Fø 317 (mynd 3), og varð hann keyptur frá Diaba Joensen úr Klaksvík, sum eisini hevði brúkt hann til hýrukoyring. Næsti bilurin var ein Standard
leiðarastarv í eitt nú ST ella Nato, so var áhugin nógv størri. Tað hevur annars vakt ans í Noregi, at Kanada valdi at skifta valevni eftir at dysturin var byrjaður. Kanada var eitt av teimum londum, sum bað Gro [...] dollarar (12,2 mia. krónur). Gro Harlem Brundtland skal tann 1. juli avloysa dr. Hiroshi Nakajima úr Japan, sum hevur verið aðalstjóri síðani 1988. Móttikin við fagnaði Eftir at valið var av, kom Gro [...] Brundtland 18 atkvøður og Alleyne 10 atkvøður. Hetta var nakað, sum dámdi Gro Harlem Brundtland. Við tíðindafólk segði hon: ? Eg hevði ikki nervar, men eg var spent. Atkvøðugreiðslan tók eitt sindur longri tíð
aðrari; til dømis tvær tær fyrstu reglurnar í teimum fýra yrkingunum: við svartari flugu: og luftin var eitt segl. ein svarfør kjós, sum fylgið gongur groypt í dúkin. leyst. við bláari flugu: tí luftin er [...] somuleiðis. Yrkingin byrjar sum ein keipumynd av tí friðsælu ?Einki er sum summarkvøld við strendur? eftir Chr. Matras: einki er sum kreppukvøld við strendur Slík avlagandi eftirgerð av viðurkendari yrking má skiljast [...] skaldskaparhevd, sum henda yrking hoyrir til. Carl Jóhan hevur eisini meira enn eina ferð avsagt ikki bara Chr. Matras men nýføroyskan skaldskap. Í fyrsta parti spyr yrkjara-eg?ið staddur ?á hálvfarnum vegi?, órógvaður
boðaði ein fyrireikingarbólkur frá á tíðindafundi í Havn mikudagin. Endamálið við tíðindafundinum var at kunna um tær ætlanir, fyrireikararnir hava. Og at fáa fólk at luttaka aktivt í hesum fyrireikingum [...] Tað verið seg eina konsert, ein fyrilestur, útferð ella hvat tað nú skuldi verið. Breitt forum Tað var Hans Jacob Joensen, biskupur, sum í november mánaða í fjør tók stig til at fara undir fyrireikingar [...] kristnu trúnna júst tann dagin? Fanin er ein rættiliga stórur partur av okkara lívi og trúgv. Men tað var tó ótilætlað, sigur biskupur, at tað gjørdist hendan dagfestingin. Sjálvandi er tað hvítusunnudag,