Stjørnan einsamøll í botninum

Hondbóltur: Kvinnuliðið hjá klaksvíkingum hava tapt móti báðum botnliðunum

Stjørnan liggur nú einsamøll í botninum á bestu kvinnudeildini, eftir at tær taptu botndystin móti VB í Vági sunnudagin.

Í einum jøvnum dysti vísti VB seg at vera betra liðið og vann 21-19, eftir at vágskvinnur høvdu verið framman fyri allan dystin. Fyrri hálvleikur gekk javnt á, men móti endanum slapp VB sær frá 7-7 upp á 10-7 og hálvleiksstøðuna 11-8. Munurin helt sær allan seinna hálvleik, og VB kom við sigrinum upp á fjórða pláss við betri málmuni enn GÍ. Stjørnan hevur í endaspælinum spælt sínar tveir fyrstu dystir móti hinum báðum botnliðunum og hevur tapt teir báðar.

Besti málskjútti hjá VB var Sólrun Krosslá, sum gjørdi 10 mál, og hjá Stjørnuni skeyt Simona Hansen sjey mál.