seytjan minuttir, tá hann fekk høvdið á eitt hornaspark úr høgru frá Jákupi á Borg. John setti hegnisliga høvdið á bóltin, sum smeyg sær innum handaru stong. Seinna málið høvdaði Jens Kristian Hansen, ið nú hevur [...] hevur skotið mál í trimum dystum á rað. Jens Kristian, sum nú aftur er við á landsliðnum eftir skaða, var hægstur inni í málteiginum, og hann skuldi bara seta høvdið á bóltin. 2-0 til heimaliðið, og tey [...] vísti seg enn einaferð at vera størsta hóttanin móti málinum. Hann breyt ígjøgnum í høgru síðu og við at sneiða tveir hegnisliga av, var hann brádliga í skotstøðu. Tróndur Vatnhamar í málinum las tó skotið
Joensen, og Rógvi Jacobsen úr HB, Hans Fróði Hansen og Fróði Benjaminsen úr B68, Jens Martin Knudsen og Christian Høgni Jacobsen úr NSÍ, John Petersen, Jens Kristian Hansen, Jákup á Borg og Heðin á Lakjuni
við aftur, fyri at seta hann á beinkin. Sostatt gita vit, at talan verður um fylgjandi byrjunaruppstilling: Jákup Mikkelsen ? Hans Fróði Hansen, Óli Johannesen, Jens Kristian Hansen ? Jákup á Borg, Fróði [...] Spurdur, hvørt hann og landsliðsvenjarin, Allan Simonsen, hava gjørt sær nakrar tankar um byrjunaruppstillingina til dystin, sigur Jógvan Martin, at tað hava teir sjálvsagt, men hinvegin heldur hann sum vant [...] rúmd aftur skal gerast fyri Jens Kristian Hansen í verjuni. Verður hetta so, merkir hetta helst, at Johan Byrial Hansen enn eina ferð má víkja av sínum plássi, hóast hann enn ikki hevur spælt seg av liðnum
hervið, sigur Palle. Palle er ikki í iva, tá hann sigur, at túrurin í Hesti var eitt upplivilisi. Kristian Blak hevur roynt at greitt honum frá, men nú skilir hann, at hetta er jú ikki til at greiða frá, men [...] við kenda trompetsnillingin Palla, geri eg eina roynd at koma inn á stóra heiðurin, hann hevur vunnið, hóast hann óivað er spurdur um Norðurlendsku Tónleikaheiðurslønina fleiri hundrað ferðir. - Eg blívi [...] a, men eg visti ikki av, hvønn týdning heiðurslønin í veruleikanum hevur, sigur Palle Mikkelborg. Hann vónar at nýta heiðurin til at hjálpa ungum tónleikarum fram á leið, at geva teimum okkurt. - Tað verður
mistakið, sum hann framdi, gjørdi hann sjálvur gott aftur, tá hann sera rutinerað - men kanska ikki heilt reint - blokeraði rennibanan hjá Milosevicd. Var annars tryggur við innleggum, har hann aloftast valdi [...] royndi seg úr spískum. Seinni hevði hann eisini tvær sera góðar paradur, áðrenn hann við einari bjarging í heimsflokki vardi fyri stútaranum frá 18. Málini bæði fekk hann púrt einki gjørt við, og einasta [...] prógvaði eisini, at hann eigur at vera sjálvsagdur til eitt pláss á liðnum. Hóast hann ikki var á vanliga plássinum sum miðverjuleikari, so er bóltførleikin somikið góður, at hann ikki hevði stórvegis
víðari landsliðsluttøku. Móti Jugoslavia var Jens Kristian so endiliga aftur tøkur, og tá vit mikukvøldið fingu orðið á hann, gleddist hann um, at hann nú aftur var á landsliðnum. - Jú, tað er bara fínasta [...] ræðuliga strævin dystur, men suttligt var tað kortini. Spurdur, um hann hevði gloymt, hvussu strævið tað er at spæla landsdystir, segði hann, at tað hevði kortini ikki. - Nei. Tað var nú ikki tað, sum eg meinti [...] kunnu vera ógvuliga væl nøgdir um avrikið. Stríðsviljin var framúr At enda spurdu vit so Jens Kristian, hvussu hann var nøgdur um føroyska avrikið, og sjálvt úrslitið, og yvir høvur tóktist fyrrverandi liðskiparin
ein hin besti frísparkssjúttin í heiminum, og nú hann fekk møguleikan, sýndi hann eisini føroyingum, hví so er. Við einum væl tiknum skoti skrúvaði hann bóltin upp um føroyska manngarðin, soleiðis at Jákup [...] rennur út í heyst. Um so var, at hann ikki hevði hug til tess, er óguliga ósannlíkt, at hann var undir at búna nýggjar leikarar til komandi uppgávurnar. Heldur hevði hann tá valt at hildið fast um teir leikarar [...] Eisini tóktist Jákup sera tryggur, og at kalla hvørja ferð valdi hann røttu loysnina, tá valið stóð millum at lofta bóltinum ella boksa hann burtur. Býtt fríspark At føroyingar høvdu somikið væl fatur á
men tað, sum síðani hendi, syrgdi John Petersen einsamallur fyri. Hann mundi annars hava einar tríggjar gøtumans rundan um seg, tá hann fekk sendingina frá Heðini, men hetta tóktist tó ikki at nerva la [...] landsliðsleikaran á nakran hátt. Hegnisliga ? og kanska eitt sindur heppi ? fekk hann bóltin fram við allari GÍ-verjuni, áðrenn hann við vinstra beini smekkaði flatt móti handara stólpa. Góvust ikki Fagnaðurin [...] stríðið. Magni Jarnskor hugsaði skjótari enn mótstøðumenninir, tá hann smoygdi sær inn í brotsteigin, og ætlan hansara var heilt greið. Hann prikaði bóltin fram við tveimum verjuleikarum, og tá ein fótur
sum hann kann vera nøgdur við. Ólavur verður ringur at steðga av tí at hann hevur hitt teir nærmastu kappingarneytarnar. Umframt javnleikin ímóti kassameistararnum, hevur hann vunnið á Hans Kristian Simonsen [...] talvini verða telvd komandi vikuskifti. Av teimum fjúrtan luttakararnum royna millum annað eisini Hans Kristian Simonsen, Sámal Christiansen og Kári Durhuus eydnuna. Kassameistarin leyp hvøkk á Ólav Runavíkingurin [...] Simonsen, Kára Durhuus og Ronny í Lon. Komandi fríggjadag fær hann Brandur Jacobsen yvir av sær, og hann er ikki hvør sum helst. Eisini kann Sámal Christiansen gera ein vørr, og tí kann Ólavur ikki enn kenna
hevur hann víst aftur og aftur, og tað vísti hann aftur hesa ferð. Tíðliga hevði hann eitt gott langskot, sum Kjartan Nesá noyddist at benda út til horna, og miðskeiðis í fyrra umfarinum sneiddi hann fleiri [...] tíðina væl upplagdur, og hann skoraði eina rúgvu av málum. Í ár hevur ikki gingið væl. Tær seinastu ferðirnar hevur hann ikki verið ímillum teir fyrstu ellivu, og so fekk hann eitt fínt mál. Ágangandi [...] breyt fleiri ferðir ígjøgnum aftarlaga á EB/Streyma hálvuni, hann kom til baklinjuna, men einki kom burturúr innleggunum. Síðstu løtuna kom Kristian Poulsen í álopið í staðin fyri Marcello. Fyrrverandi ung