koyrdi allan vegin ígjøgnum tunnilin. Eysturoyartunnilin er arbeiðsøki, og tað er merkt bæði væl og virðiliga, og skelti vísa eisini, at har er ikki loyvt hjá óviðkomandi at fara. Løgreglan fekk fatur [...] bilinum og illgruni er um, at rúsdrekka var uppi í, so í fyrstu syftu er blóðroynd tikin av bilførararnum. Men enn veit løgreglan ikki, hvussu hetta málið skal avgreiðast. Tey siga, at hetta er eitt álvarsmál [...] álvarsmál og tað er ikki vist, at bilførarin sleppur so lætt, at hann bara verður skuldsettur fyri at hava brotið ferðslulógina, so at hann fær eina bót, og kanska missur koyrikortið. Nógv fólk arbeiðir í tunlinum
alt, hvat hann kundi at ávirka løgmann, landsstýrismenn, floksformenn og fíggjarnevndina um at fáa stuðulin aftur løgtingsfíggjarlógina fyri 2011, men eydnaðist hetta ikki. - Fyri fíggjarárið 2012 er grunninum [...] koma til grunnin eftir samanleggingina. Tíðin er nú komin hartil, at fólk kunnu senda umsókn inn til Hjálpargrunnin fyri óarbeiðsførar fiskimenn. Neyðugt er, at umsóknirnar koma inn í góðari tíð. [...] grunninum játtað kr. 100.000, sum nevndin er sera takksom fyri. Vit vóna at henda upphædd kann koma uppá sama støðið, sum grunnurin fekk í 2010, stendur at lesa í skrivinum frá grunninum. Í 2007 vóru Hj
hugna mær. Bara eg veit, at tað er tað, sum er á skránni. Nær er ein tekning ov grov? ? Tað er torført sjálvur at avgera. Eg royni sum sagt ikki at vera persónligur. Og tað er væl altíð onkur, ið heldur, at [...] ótolin av lyndi. Tað ringasta eg fái, er hetta her við, at ?nú skulu vit líka her frá fyrst, og so mást tú bíða eitt sindur.? Tað er ræðuligt! Er tað nakað eg ikki orki so er tað at bíða. Hetta merkir tó ikki [...] við at skriva føroyskt. Spurningur er so, um tað er nakað galið við málinum ella um nakað er galið við fólkinum. Men hjá mær hevur replikkin stóran týdning. Tað er eitt tætt samband millum tekst og tekning
sannleika sum so. Hon er ein søga, sum letur lesaran sleppa inn í ein speglsal av søgum á leið á sama hátt, sum tá tú fert inn í eitt tónlistaverk. Tað, sum er umráðandi, er hvat tú upplivir, meðan tú [...] leysliga knýttar at onkrari hending. Í Decameron er tað pestin, sum savnar fólk, sum so siga søgur. Í The Canterbury Tales er tað pílagrímsferðin. Í Ó er tað djevulskapurin og Gásadalur, sum onkursvegna [...] veruleikan, sum hann veruliga er, men má taka til takka við eini ímynd, sum í besta føri ímyndar veruleikan, er ikki bara ein menniskjalig lívstreyt. Sambært høvundanum er hetta ógreiniliga kanska eisini
fo Hjá eini lýsingafyritøka er altíð neyðugt at leggja høvdið í blot. At stinga fingurin í jørðina, sum tað kallast. At merkja, hvat rørist í fólkasálini, so tað fangar! Tað er sjálvandi misjavnt, hvussu [...] hugleiðir um føroyingar, broytingar og biður Mjólkarvirkið um at gevast. Speiið og skemtið er eyðsæð, og tað er ikki ofta, vit síggja føroyskar høvundar í slíkum leiklutum. Jan Berg Jørgensen hevur framleitt [...] undirstrikar, at endamálið við lýsingunum ikki er beinleiðis økt søla, men at gera vart broytingina í sniðinum á mjólkarpakkunum. Uppvaksin á Meiarínum - Tað er týdningarmikið við reaktiónum, greiðir Jan Berg
ikki á konsert á ólavsøku, men vil Tórshavnar kommuna tó bjóða fram eitt sindur av slíkum tónleiki, so er at seta upp ein pall, har spælt verður nakrar tímar ólavsøkuaftan og ólavsøkudag. Hetta riggaði á pallinum [...] til hvørt annað, tí tólini blæsa serliga harða bassin og stórutrummu um allan býin. Eg skilji ikki, hvat tey í Tórshavnar kommunu, sum hava ábyrgdina av ólavsøkuni, hugsa fyri sær. Hitti nógv fólk, sum vóru [...] aftur til upprunaligu ólavsøkudagarnar, har fólk í friði og náðum kunnu spáka í Havnar gøtum. Hetta er jú ólavsøkan fyri tey allar flestu, ja, eisini nógvu fólkini, sum koma til Havnar at halda tjóðarhátíð
til viks, og siga, at nú er hetta politiski viljin, og soleiðis verður tað uttan mun til, hvat avvarðandi partarnir siga til tað. ? Tað er eingin ivi um, at hetta stigið er tikið, fyri at reinsa eitt [...] staðfesta, at avgerðin er tikin og at vit nú mugu royna at fáa tað besta burturúr, sigur hann. Gunleivur vísir á, at tað enn er nógv sum skal upp á pláss, og at eingin ætlan er stungin út í kortið enn [...] enn. ? Vit mugu gera okkum greitt hvat vit ætla, at ein nýggjur stovnur skal innihalda. Hvat er tað í grundini man vil við hesi samanleggingini? Eingin veit um hetta verður ein sparing ella um hetta verður
Tí veruleikin er, at grundtankin hjá Óla Breckmann, er ikki ein positivur hugburður til skúlan. - Grundtankin er at profilera seg sjálvan, men tað hevur skúlin ikki uppiborði. - Men tað er ein stórur t [...] hann hevur hug at hækka støðið. Veruleikin er, at álopini hjá Óla Breckmann, eru ógrundað. - Veruleikin er, at bólkurin, sum hevur gjørt nøkur tilmæli um skúlan, er ein bólkur, sum partamaður Óla, landsst [...] bólkurin er samdur um, er, at játtanin til fólkaskúlan má hækka, tí tað slepst ikki uttanum. - Men Lærarafelagið hevur víst á, at í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2007, sæst fyribils ikki, at hetta er tikið
Ja, mangt er!! Hvat er til ráða at taka? Hvønn ákæri eg? Ja, m.o. meg sjálvan og Føroya skúla! Er okkurt galið við undirvísingini? Eru vit ov námsfrøðilig, ella kanska ikki nóg námsfrøðilig? Er móðurmál [...] føroyska rættskriving? Tað er ikki so torført at seta hatta eddið á rætt pláss (sí snarskeið seinast í greinini!). Er kanska talan um málsliga líkasælu? "Hatta er bara føroyskt, og tað er so sera torført at læra" [...] føroysk stavseting er lættari /einfaldari, tí hon líkist framburðinum (úttaluni) so nógv. Franskt mál, t.d., er uppaftur truplari enn enskt, tí munurin millum stavseting og úttalu er sera stórur. Kortini
um, hvat annað hann hevur í umbúna í løtuni. Hann greiddi frá, at hann í løtuni er í ferð við at skriva sangir til eina nýggja fløgu, sum fer at verða skrúva saman á ein heilt serligan hátt. Tað er nevnliga [...] projekt í huganum, uttan at hann tó vil út við, hvat hesi snúgva seg um. Gjørt skjótt av Hóast hann við seinasta útspælinum er komin upp á 3 útgávur, so er talan um eitt rættuliga ungt navn innan føroyska [...] bólkum har norðuri. Tað er tó ikki fyrr enn seinasta árið, at hann rættuliga er farin at gera um seg, og sum tað skilst á lagnum, so eru ongar ætlanir um at seta ferðina niður. Kanska er tað heldur hinvegin