tosa um minking av ríkisstuðulinum, sum kann verða ein ávísur partur av hesum sama vøkstri. Tað kann kanska tykjast løgið, at landsstýrismaðurin, sum hevur sett ein arbeiðsbólk til at útgreina øll hesi [...] júst sama arbeiðið, at hann sum arbeiðsgevari hjá sama bólki, konkluderar upp á forhond. Fyri 1999 sigur hann, at úrslitið verður á leið tað sama sum fyri 1998. Orsøkin er, at ein seria av lánsbrøvum fellur [...] hava vit ikki so fyri langari tíð síðani tikið stigið? Finnbogi Ísakson, sum tann royndi taktikkarin hann er, var tann fyrsti, sum undir einari fíggjarlógarviðgerð kom við hesum fantastiska roknistykki.
Gangið ein túr niðan á vøllin, í skúlagarðin ella ein túr gjøgnum bygdina. Alt burturkastið, ið liggur og rekst er ikki tespiligt á at líta. Hetta er ein stórur trupulleiki ella kanska rættari ein óvani [...] Gott fundarfólk. Hetta at halda Grækarismessu er ein gamal siður, sum við tíðini hevur fingið broytt innihald. Upprunaliga er dagurin til minnis um Grækaris páva 1., ið ráddi í Rom. Hann doyði 12. mars [...] mars í árinum 603. Í miðøld hevur dagurin verið hildin sum javndøgursmark, og tá var serligt veitsluhald, tí nú vóru dagur og nátt eins long, og ljósið fór at vinna á myrkrinum. Í nýggjari tíð var tað fu
og eru her í hálvt ár ella longri. Onnur dømi eru, har ungar mammur, sum ganga í skúla, hava børnini í heimbygdini, sum kanska liggur langt burturi og tí síggja tær børnini bara í vikuskiftinum. - Tað eru [...] trivnaðin á stovninum, at ein ávís javnvág er millum kynini. Tað kann tykjast heilt órímiligt hjá foreldrum, at eitt barn sum er føtt í jan. 99 verður tikið fram um eitt barn, sum er føtt í okt. 98. Men fyri [...] Øll vita hvør hon er. Øll í Tórshavnar kommunu. Øll, sum eiga børn á dagstovni. Øll, sum bíða eftir einum stovnsplássi. Í hesum døgum gløðir telefonin á skrivstovuni hjá Katrini Holm. Hon hevur úr at gera
honum, Gregoria, sum eisini eru ein váttan av tí, sum Skipsprestur sigur við Vitus: »Ungdommen og forelskelsen er det eneste, der gør livet værd at leve«. »Blæsende Gry« er í mangar mátar ein góð skaldsøga [...] siðmenning hevur tó kortini - eins og lívið í Føroyum yvirhøvur - havt og hevur alsamt stóran týdning fyri meg, og av lyndi kenni eg meg sum Føroying. Støða mín er so statt ein undantaksstøða - málsliga, [...] Eg skrivaði eisini ein sjónleik. Hendan helt hann vera ógvuliga, ógvuliga vánaligan. Hann kom aldrin víðari. Eg havi altíð verið umgirdur av strangum vinum, sum hava spilt so nógv sum til ber fyri meg«
grótsúlum í landinum. Eisini verður farið til tiltiknu Hagagjógv, har ein grótsúla liggur tvørtur um gjónna. Søgn er knýtt at gjónni, sum Rasmus fegin greiðir frá. Túrurin er mettur at vara 4 tímar og er ikki
Kortini minnist eg hann sum ein hávaksnan, rakleiddan mann, og eftir hvat teir søgdu, var hann kreppuárini í 50?unum, ein av teimum hørðu fakfelagsmonnunum hjá Havnar arbeiðsmannafelag. Sum hansara eyknevni eisini [...] Róa Paturson »hvat er at yrkja«. Hann hevði nógv boð uppá, hvat tað er, sum liggur í tí kynstrinum. M. a. at tað at yrkja er sum at »fara í grind við skrivimaskinuni«. Hóast eg ikki kannaði eftir, so skuldi [...] skyldfólk. Grindadrápið hevur fingið ein líknandi status. Og henda sunnumorgunin kom eg í prát við ein gamlan vinmann. Hann fortaldi frá eini grind norðuri í Klaksvík, har ein av lokalu originalunum var farin
Krøvini frá starvsfólkinum var ein nýggj lønarskipan, ein lønarhækkan uppá 12 prosent, og tað vildi hann ikki ganga við til. Men sáttmálin, sum nú liggur á borðinum inniber ein vøkstur upp á íalt 9,35 prosent [...] dag ein vælnøgdur maður í dag. Hann fekk ein nýggjan sáttmála í lag við starvsfólkið, sum er limu rí Starvsmannafelagnum, og umframt tað fekk hann eina nýggja lønarskipan og broyttar orðingar, sum fara [...] Vit hava roynt at hildið fast við ein lønarvøkstur upp á seks prosent, men vit endaðu uppi á 7,5. Afturat tí koma so nakrir snøklar, sum kosta okkum nakað, men sum so avgjørt geva okkum nakað eisini,
jøvn lið, sum komu á vøllin. Liðini hava, sum verða man hitst fleiri ferðir í ár, og tað, sum strandingar uttan iva eru eymast um er, at tað ikki eydnaðist teimum at vinna steypafinaluna, sum varð leikt [...] hjá StÍF liggur í, at liðið hevur eina góða breidd. Tá onkrir leikarar detta burturímillum, so eru aðrir sum taka yvir, og tað er áhugavert at síggja, at hóast liðið hevur mist ein leikara, sum John Petersen [...] hevði VÍF ein veruliga møguleika at vinna meistaraheitið framman fyri Kyndil. Ikki so nógv varð tosað um, at strandingar, sum eitt tíðarbil fyri stuttum,vóru um at missa takið, kanska vóru teir, sum nú vóru
StíF, ið hava henda møguleika. Sostatt fáa vit ein nýggjan føroyameistara hetta kappingarárið, nú VÍF hevur spælt sær av við sín møguleika. Kyndil liggur á odda undan seinasta umfari, og teir hava tvinni [...] tann samlaða fyri alla landskappingina og ikki bert fyri endaspælið. Hetta ger, at StíF hevur ein málmun, sum sigur +108, meðan málmunurin hjá Kyndil er +92. Lagt upp til tað stóra brakið Tað er eingin ivi [...] tað kann ásannast, at avrikini hjá vestmenningum í ár ikki hava verið eins støðug og undanfarin ár. Haraftrat hevur tað verið ein stórur missur fyri VÍF, at teir ongantíð hava fingið fult gagn av leikandi
frægari kor enn tey, sum norðmenn hava unt samunum, um so hevði verið. Norðmenn bera jú ikki orð fyri at vera serliga gávumildir. Og nú stendur aftur ein, sum er av sama bergi brotin, og sum gongur í somu sporum [...] flokk, sum alt síðani 1928 hevur slóðað fyri teimum í hesum landi, sum høvdu og framvegis hava eina bøtandi hond og ikki eina spillandi tungu fyri neyðini. Eins og tjaldrið er tann ímyndin, sum er verja [...] hesar sjúkurnar eru eins herviligar og tær eru beinleiðis lívsskaðiligar fyri tað umhvørvið, sum tílík menniskju skulu virka í her á landi. Men tí betur eru tað ætlandi bert nøkur fá, sum hava fingið hasar