merkis, at talan er um eina óvanliga bók, og tað má væl merkja at mørk eru flutt á ein ella annan hátt og bókin ikki bara er eitt kopi at tí sum undan er komið. Eg er fegin um øll um ummæli og umrøðu og [...] tíðarskeiði og eisini á einum sera tíðandi skjali um Hans Paula á Toftum, sum norðoyingar helst vilja, at Norðtoftir verða kallaðar. Alt hetta kann lesast nærri um á síðu 45 og 46 í bókini hja Hjartvard E. Skálagarð [...] serfrøðingar á sínum øki og við hollari vitan um evnið, men allíkavæl standa feilir eftir. Tað fer kalt niður eftir rygginum, tá eg hugsi um hvussu bókin hevði sæð út um ikki hesi trúføstu og hollu hjálparfólk
hóast alt er meira frammi í fjølmiðlunum sum árini ganga. Jason, sum er 72 ára gamalur og sum upprunaliga er gjáarmaður, er kendur um alt landið sum ein serstakliga dugnaligur virkisleiðari. Hann er meira [...] ni søgdu nøkur orð um hesar báðar menninar, sum so trúliga og dugnaliga hava tænt fiskavirkisvinnuni. Ein legenda Meinhard Jacobsen segði um Jason Johannesen, at eins og vit tosa um "legendur" í eitt nú [...] Mánadagin var hátíðarløta á virkinum hjá Faroe Seafood í Miðvági. Kanska er orðið hátíðarløta ikki heilt tað rætta í hesum sambandi, tí hetta var ein løta, har leiðslan í Faroe Seafood og starvsfólkið á virkinum
Umskiping Hósdagurin, 1. juli, er settur sum nýggjur upplatingardagur hjá deildini hjá Føroya Sparikassa í Saltangará. Hetta merkir tó ikki, at deildin hevur verið afturlatin og er latin uppaftur. Men seinastu [...] Hevur tú eitt hvørt at tosa við okkum um, nýtist tær ikki at stilla teg við kassan at bíða. Skjótast og lættast er at venda sær beinleiðis til ein ráðgeva, sum er fúsur at hjálpa tær við øllum spurningum [...] litirnir frískari. Innbúgvið er broytt, soleiðis at diskar, kassar og annað eru færri. Sum viðskiftafólk, ið leitar eftir ráðgeving, situr tú ikki yvir av ráðgevanum, sum er krógvaður aftanfyri telduskíggjar
doyr, frændi doyr, tú skalt doyggja við.-Eitt er tó ið aldrin doyr, minnið um góðan mann!" Hetta er leysliga úr "Havamáli", og er tað so satt, sum tað er sagt. Tað verður sjálvandi stórur saknur í Hjørleivi [...] at lúka í himmiríki!!" Hetta segði Hjørleif ofta ,og vísir tað hansara stóra áhuga fyri øllum tí ið veksur. Prógvini eru nógv runt um á Tvøroyri.-Eg visti ikki so nógv um júst hetta ,tá ið hann eina ferð [...] undir borðhaldinum. - Uttan iva hevur hetta dámt Hjørleivi væl , tí tveir dagar seinni fingu vit allir tríggir sendandi tjukka bók. "Dictionary of Quotations" - Hetta er eitt enskt leksikon vi øllum teim kendastu
í. - Økið, vit standa við, er tað eina, eitt annað er við Missiónshúsið, eitt triðja uppi við posthúsbrekkuna, og tað fjórða er inni á Skipanesi. Á fríøkinum í Søldarfirði er nýggj gyrðing nýliga gjørd [...] Hann vísir á, at tað er stórt arbeiði at halda hesi økir um summarið, tá ið grasið veksur skjótt, men her plagar kommunan at fáa hjálp frá skúlaungdómum. - Tað er ikki smávegis arbeiði um summarið at halda [...] eisini um summarið, og tí er neyðugt at dríva á, tá ið ælaslit er, sigur Andre. Flag á myllu-húsið - Fløgini, vit loysa her vestanfyri rundkoyringina, verða løgd oman takið í myllu-húsunum, sum er bygt við
lugarið, sum enn hevur sama stemmningin, løtu áðrenn skipið verður søkt. Hetta er eitt av teimum fáu lugarunum á træskipum, sum angaði væl, ein søtan heimligan royk. Har er koyggjan hjá pápa, har er tann hjá [...] víðari enn okkara nú. "Hetta er sum til eina jarðarferð," sigur ein rødd aftanfyri meg. Tað er Leo í Billustovu, sum er komin oman á bátadráttin at siga farvæl. Pápi og hann vóru næstan javngamlir og nú er [...] soleiðis er tað eisini við gomlum skipum. Eg fari enn einaferð umborð. Hetta sær óhugnaligt út. Teir hava brotið stór hol í dekkið fyri at hann skal søkkja skjótari. Farið niður í lugarið. Hetta flógva,
tú norður um ? um tað so er stutt úr landi, sigur fartelefonin "søger net", og tú fært ikki brúkt hana til nakað sum helst. Nógvur bátur er norðanfyri, bæði um várarnar, tá ið norðhavsróðurin er, og nú í [...] tøku hesar dagarnar, er hetta ein spennandi, men rættiliga strævin tíð, hóast reingerðin er nógv lættari í dag enn áður ? við góðum roytimaskinum og aðrari "tøkni", sum lættir um hjá monnum. Tíðliga verður [...] vóru væl í holdum. So, torført er at meta um fuglin, men líkt kundi verið til, at hann ikki er so væl fyri í ár, sum onkuntíð. Eitt fyribrigdi, sum ikki er óvanligt, er, at rov av svartfugli flóta í sjónum
at hon er før fyri at gera eitt munagott arbeiði. Hóast hetta verk er kommunan væl fyri fíggjarliga. Hetta skal býráðssamgongan hava rós fyri. At býráðið valdi at raðfesta barnaansingina hægst, er í lagi [...] herfyri. Og eg hugsaði, hví gera vit tað verri og meira mannminkandi enn tað í veruleikanum er? Eg havi starvast innan eldraøkið í meira enn tjúgu ár og kenni tí persónliga nógv eldri fólk. Eg eri fødd og uppvaksin [...] nakran, men var ein staðfesting av tí veruleika, at tað er ringt at vera gamal og hava hjálp fyri neyðini, og at tað er verri at gerast gamal í Havn enn aðrastaðni í landinum. Greinin fekk meg at fáa hug til
men so fór hann at hugsa um, hvussu langt hetta kundi fara. ? Eg stúri fyri, hvussu hetta kann fara at útvikla seg. Eg vil ikki heingja nakran út. Eg vil bara hava, at hetta skal halda uppat, áðrenn fólk [...] at her er ikki talan um Frælsi í dós, men "terror" í dós. Bárður hevur ikki orð fyri, hvussu ótespiligt hann heldur tað vera, at hann fór til løgregluna og gjørdi vart við, at tað møguliga er onkur sjúkur [...] Sunnunáttina um eitt tíðina fekk Bárður Persson eini sms boð á sína telefon. Har stóð bara ein spurningur, um nær Gríma aftur fór at spæla leikin Elling og Kjell Bjarni. Bárður kendi ikki nummarið, men
Spurningurin er bara um hetta konseptið, at býta landið sundur, tolir at standa einsamalt. Altjóðagerðin fer sum ein hvirluvindur um heimin. Føroyingar gerast partur av hesum ráki, líkamikið um vit vilja [...] fyri nógvum árum síðani um hetta, við tekningum av undirsjóvartunlum um firðir og sund í Føroyum. Tey flestu hildu, at hann hevði drukkið eddike ella eitthvørt sum var hersknari enn tað. Og longu nú hevur [...] Lokomotivið er norðari parturin av landinum. Á Milano/Torino-leiðini. Hetta hevur helst ávirkað Norðlýsið somikið, at Oliver nú í oddagreinum hevur flutt seg vestur um Djúpini og Leirvíksfjørð. Er farin at