føddur í Sumba í 1923, har hann eisini vaks upp. Sum heilt ungur fór hann til Tvøroyrar at ganga í prelimenerskúla og kom til frelsandi trúgv á Harran Jesus har í 1940, 17 ára gamal. Tað umbroytti lív [...] Harranum til. Hann tosaði ofta um hesa tíðina suðuri á Tvøroyri, sum eina lívganar- og vakningartíð frá Harranum, har Harrin virkaði á ein serstakan hátt, og lívsins heilagu kreftir vóru útloystar til signingar [...] signingar og frelsu, navni Harrans fyrst og fremst til heiðurs og æru, sum eina sømir seg. Hann hevur síðani 1950 búð uttan slit í Havn, sama árið sum Judith og hann giftust og settu búgv í Jákup Nolsøesgøtu
stríddist øll árini frá morgni til myrkurs fyri at skapa trivna, hugna og vælferð í okkara barnaheimi; og síðst, men so sanniliga ikki minst fyri tær bønir tú sendi upp til hin livandi Gud. Eitt sum hevði [...] stóru mannafjøld sum sýndi mammu tann seinasta heiður, takk fyri øll somul. Eg vil at enda takka øllum tykkum í grannalagnum, sum vóru so góð við mammu, takk til tykkum á Hædd fyri trúfesti ímóti heimi okkara [...] songarstokkin og segði frá søgum, og tá so eyguni tyngdust av svøvni, bað tú faðir vár, signaði meg og til seinast sang tú góða mamma eg vil sova ella nú dagurin at enda er, so lótust barnaeygu aftur, eymliga
harímillum var gubbi mín Jóhann í Kálhaganum, ein sum onkran túrin hevur verið saman við pabba bæði til sjós og til bakka. Hartvig Poulsen, ein vinur hjá pabba, hevur eisini lagt árarnar inn fyri stuttari tíð [...] pund, kalvin bleiv heysaður og sendur niður til Danmarkar, tað kalvafiskaríið hevur verið meira stuttligt, enn tað er í dag. Hann var við ymiskum skipum til fiskarí upp gjøgnum árini, og tað var ofta heitt [...] ár 31. juli í ár. Pabba og mamma høvdu verið gift í 48 ár og 11 mánaðir, so tað restaði ikki nógv í til gullbrúdleypið hjá teimum. Tey eiga seks børn, fýra gentur og tveir synir, fimm búgva í Føroyum og
hana og kunnu bara bera henni alt gott. Hon fór blaðung niður til Danmarkar og tók studentsprógv í Silkeborg í 1958. Haðan legði hon leiðina til Keypmannahavnar, har hon las landafrøði og søgu. Tvær stórar [...] gjørdi hon lesnaðin burtur av sær og fór heimaftur til Føroya og var skúlanum í Hoydølum ein framúr góður og umtóktur lærari øll hesi mongu árini, til lívsdagar hennara so brádliga vóru uppi. Katrin tók [...] sleygaði við hana, tí tað hvørki tímdi hon ella hevði stundir til. Harafturímóti var hon altíð fús at tosa um okkurt álvarsmál, og møtti tú henni til dømis í trappunum, so steðgaði hon tær ofta fyri at siga
Størsta heiður og besta varða vit kunnu reisa honum er at vera við til at gera henda hansara dreym til veruleika. Eins og Ove vígdi lív sítt til havið og sjógvin, vígdi Karl Anton sítt lív til tónleikin [...] okkara børnum. Tað var eisini ein fragd fyri meg at kunna vera við til at skaffa stuðlar til konsertferðirnar, sum Karl Anton tók stig til í útlondunum eitt nú Ísland. Tað er øgiliga tungt at skula siga [...] tónleik og framføra konsertir, so tey kundu mennast til veruligar tónleikarar. Latið okkum, sum vilja gera dreymin hjá Karl Anton til veruleika, vera við til at fullføra hetta verk, tað veri seg tónleikarar
gott. Ikki minst tá ið tað eydnaðist okkum at fáa gamla Knud Olsen orglið í Vágs kirkju aftur til heiðurs og æru. Tað gleddi hann almikið. Hann stóð mitt í rokinum og smíðaði kassar, tá ið orgulpípurnar
ein dreingjarødd í barmi hansara og teskaði honum blíð orð í oyrað, um at fara avstað. Hann legði til brots og gjørdist ein havsins sonur við vøggugávu úr aldudrátti av Sandinum. Um sjóferðir hansara kanst [...] veiðimaður. Jákup Oluf kom úr smáum korum og visti hvat galt. Faðirin fall frá, tá ið hann mentist til mans. Hann var tann, sum nú gjørdi manslít og legði lunnar undir mannaferð sína gjøgnum hetta tóma [...] greið og rámandi tala. Var eitt av okkara bygdafólkum borið út, var hann og fylgdi. Tað er síðsti heiður, ið sýnast kann einum menniskja, og her stóð hann og tók í hondina á teimum, sum syrgdu . Jákup Oluf
var tað sjálvsagt, at Ingibjørg fekk henda heiður. Hon var sera takksom fyri at vit valdu hana til fyrsta heiðurslim í felagnum, og hon livdi upp til heiðurin til sín síðsta dag. Ingibjørg var eisini ein [...] allar rógvarar, tá hon hevði stundir til tess. Tá veitslur og hugnakvøld vóru, var Ingibjørg fastur fúsur í køkinum, og okkarar fatan var, at Ingibjørg tók sær altíð tíð til okkum í Havnar Róðrarfelag. Ikki [...] hugurin til kappróður var stórur, tí sum hon segði, so var teinurin oman í Álake4r ikki langur, og var hon ikki har niðri, so eygleiddi hon róðurin úr vindeyganum kvøld eftir kvøld. Hetta var so við til at
Til babba So vakran ein dag tú fór frá mær, heyst var í luftini. Tó altíð fløva eg fái frá tær, tú er mær nær. Í hjarta mínum eitt serligt pláss eigur, æru og heiður. Tú er mær nær. At skriva um pápa mín [...] dugdi at fara við fólki sum fáur. Náttúrugivin evni. Altíð bar til at fáa góð orðaskifti í lag við hann, og tey vóru gevandi. Tað bar til at tosa við hann um alt. Babba var ein ótrúliga góð fyrimund. Honum [...] sigla var hansara lívsstarv og tað við lít. Longu sum 14 ára gamal fór hann til sjós. Havið var hansara. Fyrsta túr sín til skips fór hann við Saksaberg úr Vági, og hin seinasta túrin við báti sínum Norðberg
var í Tungugøtu, har Finnur og Maria búðu í eini íbúð í heiminum hjá Finni. Marna og eg vóru á veg til Danmarkar aftur í lestrarørindum eftir summarfrítíðina. Eg minnist væl, at vit tosaðu um henda fitta [...] við og við komu vit at hava meira og meira við hvønn annan at gera ,eftir at vit vóru flutt aftur til Føroyar, og húsini hjá Mariu og Finni, sum tey bygdu sær í Torfinnsgøtu, komu at vera eitt av okkara [...] á verkstaðnum hjá Finni. Eg minnist, einaferð vit komu inn á verkstaðið hjá Finni, vit vóru komin til Havnar fyri at halda Ólavsøku og skuldu búgva hjá Mariu og Finni, tá lá sjálvur Steffan Danielsen,