sálarlýsing, mannfelagslýsing ella mikrosøgu úr lagdi ? tað er uppgávan, ikki hjá teimum, ið skriva yrkisbókmentir, men hjá rithøvundinum og skaldinum. Hugsar ein um fornan skaldskap, eitt nú ta íslendsku [...] avleiðingar, skal stutt verða nomið við seinni í hesum fyrilestri. Martin vaks upp hjá mammu síni, og móðir og sonur búðu inni hjá abba og ommu Martin. Theodor Dahl Martin fór í skúla, helst í 1909. Sandvík hevur [...] Sverra Patursson, og barnablaðið »Ungu Føroyar«. Alt hetta sigur okkum, at Theodor Dahl hevur verið nærlagdur og medvitin lærari. Martin sigur sjálvur, at møguleikarnir at fáa hendur á bókum vóru góðir
týsdagin. Fylgið hjá Anders Fogh Rasmussen er rímiliga stórt. Hann hevur hevur átta fólk afturat sær í sínum fylgi í flogfarinum úr Keypmannahavn. Talan er um embætisfólk, ið starvast hjá Statsministeriet [...] tá tíðindafundur er á skránni í hølunum hjá Skipaeftirlitið. Sum altíð verður eisini skipað fyri einum døgurða í glæsiligum umhvørvi. Klokkan 21 verða húsini hjá Húsmøðrafelagnum í Sørvági karmur um ein [...] et. Harumframt verður eisini ríkisumboðið í Grønlandi roknað uppí fylgið hjá forsætisráðharranum. Grønlendski landsstýrisformaðurin hevur, umframt frú, eisini trý embætisfólk við sær. ?Stjórnin leggur
mánadagin. Í Hoydølum byrjaðu í alt 214 næmingar í 1.S og 1. HF. Fyrsti skúladagurin hjá næmingunum er eisini fyrsti arbeiðsdagurin hjá teimum mongu lærarunum, sum starvast á Føroya Studentaskúla & HF-skeiði [...] ár hjá Hanusi eru tríggjar flokkar. Ein á hvørjum árgangi hjá studentunum. Hetta gevur tilsamans tólv tímar um vikuna. 1. y verður tann seinasti 1.S-flokkurin, ið Hanus Samuelsen verður lærari hjá. Møguleikin [...] dag, sigur Hanus Samuelsen. Hann heldur, at næmingarnir altíð hava verið ójavnir á, og tað vil so vera. ?Tað er stuttligt at fáast við ungdóm. Eins og tað hevur verið stuttligt at undirvíst, sigur Hanus
týsmorgnar hjá flestu føroyingum, er fyrsti skúladagur hjá 10. flokki í Argja skúla hetta skúlaárið. Fyrsti skúladagur fyri 10. ferð er nú heldur ikki nakað serligt í sær sjálvum, men hesuferð er fyrsti skúladagur [...] at vera í neystinum, siga tey fyrst, at tað er eitt sindur ringt at siga, tí hetta er jú fyrsti skúladagur hjá teimum. ? Men tað er eitt sindur rotið, siga tey. - ? Her er onki sjónvarp, ongar teldur, [...] neystinum. Mótmæla vilja tey heldur ikki. ? Tað nyttar onki, tí tey lurta ikki eftir okkum alíkavæl, sigur onkur. Og so er onkur annar, sum heldur okkurt annað, og so í eina stutta tíð er ein lítil málageipan
móti Funningsmúla. So verður tað helt í Funningsfirði, hon verður hildin til, ella fer hon longur suður. Tað er eystfall nú. Sóknarongulin er komin upp í dupultsongina í hjúnarrúminum. Hann liggur í eini [...] stolti tindur, sum prýðir so væl um í syðru helvt av Eysturoynni, barndómsins feitilendi, har samleikin hjá fjáltursstungna og veiðugramma bygdamanninum í Havn liggur festur. Nú gongur seinni. Hyggi eftir k [...] eg ikki trúgva. Skal eg gerast ovseinur og missa alt tað deiliga spikið og tvøstið, bara tí lógin sigur 50 kilometur her og 80 der. Ilskist inn á myndugleikarnar og formyndaraskapin í hesum landi, eri á
íslendski forsætisráðharrin. Liva av havinum Íslendingar halda, at teir eiga at standa uttan fyri ES, sigur forsætisráðharrin. Ísland hevur eina handilsavtalu við ES, sum í síni tíð var sera góð, vísir hann [...] hann á. Men Ísland er fiskivinnutjóð, og við tí fiskivinnupolitikki, ES í dag hevur, ber ikki til hjá Íslandi at gerast limur í felagsskapinum, hóast Ísland roknar seg sum part av europiska økinum, staðfestir [...] tað er okkara tilfeingi, sum okkum er givið, og tí noyðast vit at liva av, so leingi vit eru her, sigur íslendski forsætisráðharrin. Almenn vitjan Íslendski forsætisráðharin er á almennari vitjan í Føroyum
nú vit av álvara trína inn í venjaraskeiðið hjá Henrik Larsen. Kanska var talan um eina bíliga bakgrund í hesum fyrsta sigrinum, men ein sigur er ein sigur, og tað er í øllum førum betri at byrja væl enn [...] eingin ivi. Føroyar vundu alt meira burtur úr mótstøðuni, og endin gjørdist ein tryggur sigur í fyrsta landsdystinum hjá Henrikki Larsen. Smærri broytingar Sum vera man, so var spenningurin stórur, nú nýggi [...] bert ein stokkut freist hjá verjuni. Aftur sendi Jákup inn móti handara stólpa, og hesa ferð var Julian Johnsson hægstur, soleiðis at hann fekk stútað í kassan, og so var fyrsti føroyski sigurin á Tórsvølli
er tað størsta, sum hevur á Havnini, verri enn so, men hetta er tað fyrsta av sínum slag. Konseptið hjá The World er, at skipið hevur íbúðir, sum fólk kunnu keypa, soleiðis at tey kunnu hava egnan bústað [...] til USA. Skipið verður ikki aftur á okkara leiðum fyrr enn í 2004. Næsta summar verður siglt mest í Suður Amerika. Skipið siglir størstan partin av árinum og leggur eisini hetta ymsum kappingum og hendingum [...] óvanliga smílandi og fryntlig at hitta. Kvinnan, sum hevur fingið til uppgáva at fylgja mær, runt, sigur, at teirra gestir fyri tað nógv bert vilja slappa av og nýta lívið umborð. Møguleikararnir eru óteljandi
veg suður til Syðradals, har bátur liggur og bíðar at føra okkum yvir á Leirvík, síggja vit oman á Dúgvuna, sum liggur við endan á keiini á Húsum. Hon er komin við einum oljubili og einum bili hjá IRF [...] har. So høvdu vit helst klárað rutuna. Blaðmaðurin og myndamaðurin skuldu annars á umboðsráðsfund hjá Norðoyar Sparikassa, sum tey hesaferð hava valt at halda í Mikladali á Kallsoynni í dag, hósdag. Helst [...] Grønlandi, tveir mánaðir burtur og ein heima. Men í summar hevur hann at kalla einki gjørt við útróðurin, sigur hann. Vit sigla nú beint sunnan fyri Kallsoynna. Fjørðurin er so spegilsklárur, og bara hendinga skýggj
ger so spælið hjá mær nakað øðrvísi, og tað er so nakað, sum krevur tilvenjing. Men samanumtikið, so haldi eg tó, at tað hevur gingið á eini leið, og tá støðan við fólki er, sum hon er, hjá Þór við skaðum [...] tað at spæla hondbólt í Føroyum. - Tað sigur seg sjálvt. Íslendingar eru jú á so nógv hægri støði enn vit, tá um hondbólt ræður, so at tað er nógv harðari, sigur seg mest sum sjálvt. Serstakliga er tað [...] summar var á venjingarlegu, vóru føroyingar ikki teir einastu, sum fylgdu við, hvussu leikur fórst. Hjá Þór á Akureyri hava teir mist nakað av fólki frá í fjør, og tá fleiri skaðar eisini gera um seg í hópinum